Poul Michelsen 80 ár í dag

Í dag fyllir Poul Michelsen, fyrrverandi heilsølumaður, borgarstjóri, løgtingsmaður og landsstýrismaður 80 ár.

Poul Michelsen var føddur í Havn 22. juli í 1944.

 

Hann hevur útbúgving í handli og vinnulívi. Í 1974 setti hann á stovn vøruhandil í kjallaranum heima hjá sær sjálvum í Gundadali í Havn. Vøruhandilin mennist so mikið nógv, at í 1977 varð partafelagið P/F Poul Michelsen sett á stovn og fyritøkan flutti í nýggjan virkisbygnig, sum varð bygdur við Hoyvíksvegin, har fyritøkan enn heldur til – tó í nógv størri og útbygdum hølum.

 

Poul Michelsen byrja sína politisku yrkisleið sum borgarstjóri í Havn. Hann varð valdur í býráðið fyri Fólkaflokkinum á býráðsvalin í 1980, og hann gjørdist borgarstjóri á fyrsta býráðsfundinum, hann luttók á. Hann sat sum borgarstjóri frá 1. januar í 1981 til 31. desember í 1992.

 

Hann varð eisini valdur í Løgtingið fyri Fólkaflokkin í 1984 tl 1990. Og aftur í 2002. Hann var næstformaður í Løgtinginum frá 1989-1990.

 

Lesið eisini: Poul hevði arbeitt við hugskotinum í trý ár

 

Aðalkonsul fyri Finnland í Føroyum.

 

11. oktober 2010 valdi Poul Michelsen at melda seg úr Fólkaflokkinum. Stutta tíð seinni, á vári 2011, stovnaði hann saman við øðrum nýggja flokkin Framsókn, ið er ein liberalur tjóðskaparflokkur.

 

Lesið eisini: Poul í læru hjá Balslev í 1962

 

Á løgtingsvalinum 2011 varð hann valdur á ting fyri Framsókn. Flokkurin fekk tvey umboð. Hann varð valdur aftur í 2015 og í 2019, men legði seinni frá sær sum tingmaðiur og lat Ruth Vang sessin.

 

##med2##

 

Føðingardagin heldur Poul Michelsen saman við familjuni í Edinbourg í Skotlandi.