Prestar í Føroyum skulu ikki hava so nógv at gera

Tað er ikki brúk fyri fleiri høvdingum í Fólkakirkjuni heldur løgtingsmaður

Prestar í Føroyum hava ov nógv at gera og tí skulu nakrar byrðar lyftast av teimum.

 

Tað halda tveir tinglimir fyri Fólkaflokkin, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen.

 

Tað er onkur, sum hevur sagt í skemti, at tað er góðalív at vera prestur, tí teir arbeiða bara fyrrapart sunnudag.

 

Men soleiðis er veruleikin ikki. Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at loyva bispi at seta ein dómpróst afturat. Tað er ein dómpróstur í landinum og hann hevur ov nógvar umsitingarligar uppgávur.

 

Eitt nú førir leiðslan í Fólkakirkjuni fram, at tað er tíðarkrevjandi at føra kirkjubøkurnar.

 

Eitt nú staðfestir Landsstýrið, at Fólkakirkjan er ikki ein partur av fyrisitingini hjá landinum ella kommunum, men Fólkakirkjan røkir fyrisitingarligar uppgávur fyri landsmyndugleikarnar, eitt nú kirkjbókina.

 

Jacob Vestergaard heldur lítið um, at umsitingin hjá Fólkakirkjuni veksur. Ístaðin fyri mælir hann til at taka umsitingarligar uppgávur frá Fólkakirkjuni.

 

Eitt nú heldur hann, at tað er sjálvsagt, at tað er Fólkayvirlitið, sum førir kirkjubøkurnar.

 

– Prestar skulu gera tað, teir eru settir at gera, og tað er at vera sálarhirðar hjá fólki. Tað hava fólk meiri brúk fyri í hesum døgum enn nakrantíð áður leggur hann afturat.

 

Tí skulu tær fyrisitingarligu byrðarnar lyftast av teirra herðum og leggjast undir almennu fyrisitingina, har tær nátúrliga hoyra heima, heldur Jacob Vestergaard.

 

Partamaður hansara, Jørgen Niclasen, er samdur. Hann heldur, at hevur fólkakirkjan ov stórar umsitingarligar uppgávur, skal tann trupulleikin ikki loysast við at seta ein høvding afturat í Fólkakirkjuni, sum hann mál bar seg.

 

Hann vísir á, at Fólkayvirlitið førir skrásetingarnar í kirkjubókunum um aftur, so í roynd og veru er talan um dupult arbeiði, og tað er óneyðugt.