Rakul verður í Ringkøbing fram til 2027

Landsliðsmálverjin leingir við tveimum árum

Danska hondbóltsfelagið, Ringkøbing sum hevur lið í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum boðar frá, at tey hava longt sáttmálan við føroyska landsliðsmálverjan, Rakul Wardum við tveimum árum.

 

Fram til 2027 kemur Rakul Wardum framvegis at kappast við Stephanie Andersen um at verja málið hjá Ringkøbing.

 

Sambært heimasíðu felagsins hevur Rakul ment seg nógv hetta kappingarárið, og tað gjørdi henni gott at taka lut í EM-endaspælinum saman við føroyska landsliðnum. Fyri Ringkøbing er Rakul ein týdningarmikil leikari, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

 

Víð heimasíðu felagsins sigur Rakul, at hon gleðir seg at vera partur av felagsskapinum minst tvey ár aftrat.

 

##med2##