Rás1 vísir dystin Kýpros-Føroyar frá klokkan 16.55

Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í Nations League kappingini á útivølli í Kýpros

Seinnapartin klokkan 17 skal føroyska kvinnulandsliðið royna at tryggja sær fyrstu stigini í Nations League.

 

Føroyar spæla á útivølli móti Kýpros. Farna fríggjakvøld taptu Føroyar 0-1 (0-1) fyri Montenegro.

 

Kýpros hevur eina lítla favorittstøðu, men tað liggur í kortunum, at tað verður ein javnur og spennandi dystur.

 

Í sínum fyrsta dysti leikti Kýpros javnleik 1-1 móti Aserbadjan á útivølli. 

 

Televarpið hevur tryggjað sær rættindini til dystin, og fer Rás1 at vísa dystin. Sendingin byrjar klokkan 16.55.