Reisist og farið á val!

Veljarakanningar benda á, at nógv tjóðskaparfólk ikki ætla sær á val mánadagin. Tað hevði verið serstakliga stórt spell, tí hóast valið ikki er eitt løgtingsval, so hevur tað stóran týdning.

 

Tann, sum fær hendur á megafonini á Christiansborg, vinnur rættin til at siga søguna um Føroyar og føroyingar, tí afturljóðini av røðarapallinum á Christiansborg eru hvøll - í Danmark, úti í heimi og í Føroyum.

 

Ein føroysk tjóðskaparrødd eigur tí sjálvandi eisini at hoyrast haðani.

 

Útgingið heimastýri

 

Síðan 74 ára gamla heimastýrislógin kom, eru Føroyar vaksnar úr nøkrum fáum ferkilometrum til eina stórhavstjóð, sum ræður yvir 300.000 ferkilometrum av havøki og røkkur norður um pólkringin. Bara hetta átti at verið nóg mikið til at sagt okkum, at lógin hoyrir fortíðini til.

 

Burtur úr okkara vøkru oyggjum, firðum og ríka havi fáa vit til høldar tilfeingi, sum er grundarlagið undir okkara materiellu vælferð, meðan blokkstuðulin úr Danmark er tódnaður niður í 3 prosent av okkara bruttotjóðarúrtøku.

 

Stóri vøksturin í búskapinum sæst aftur í fólkatalinum, sum er farið úr 48.000 upp um 54.000 eftir fáum árum, meðan stápurin á Ríkisumboðnum er minkaður burtur í onki, tí vit umsita nógv fleiri málsøki sjálvi.

 

Kortini eru nøkur sera umráðandi mál eftir at yvirtaka. Á Christiansborg liggja enn uttanríkismál, verjumál, ríkisborgararættindi, løgreglumál og rættarmál. Týðandi mál fyri eina og hvørja sjálvstøðuga tjóð.

 

Fullfíggjaði uttanríkispolitiski amboðskassin til at umboða Føroyar, so vit kunnu fremja samstørv og verja føroysk áhugamál, er í stóran mun niðurbundin í danska eindarstatinum.

 

Okkum tørvar uttanríkispolitiska amboðskassan, so vit frítt kunnu samstarva við onnur sjálvstøðug lond um eitt nú fiskivinnu, burðardygga stovnsrøkt, handilsmál, havrættarmál og verjumál - í sáttmálum við londini og í fleirlandasamstørvum sum NEAFC, Arktiska Ráðnum, Norðurlandaráðnum og búskaparliga EFTA-samstarvinum.

 

Í dag fær Danmark fullan valuta burtur úr geopolitisku tyngdini hjá Føroyum og Grønlandi í altjóða samstørvum, tí dnir hava ræðið á uttanríkispolitisku amboðskassunum hjá bæði Føroyum og Grønlandi.

 

Tað er púra skeivt og má broytast.

 

Nýggja skipan

 

Ein tíðarhóskandi nýskipan krevst, sum avloysir ellismerktu heimastýrislógina. Eitt samstarv á javnbjóðis grundarlagi, har vit hava ræðisrættin á føroyskum málum og danir ræðisrættin á donskum málum.

 

Hetta er signalið, vit skulu senda til Danmarkar mánadagin.

 

Allur heimurin bíðar eftir hesum útspælinum frá einum av heimsins ríkastu londum, og útspælið fer ikki at koma óvart á danir, tí kjarnin í m.a. einum svari, eg fekk frá Lars Løkke Rasmussen í fólkatinginum um víðkaðar heimildir at røkja føroysk áhugamál, var júst hetta:

 

Vilja tit broyta verandi karmar, so mugu tit boða frá tí úr Føroyum!

 

Brúka tí atkvøðurættin mánadagin til at senda hendan boðskapin niður á fólkating. Veljið eina tjóðskaparrødd niður á fólktingsins røðarapall at tala greitt!

 

Magni Arge,

 

Tjóðveldi