Religiónin og natiónin í globaliseringini - eitt Ólavsøku-essay

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

 

Nú stundar til Ólavsøku, og eitt eyðkenni fyri hesa høgtíð er, at hon sameinir religión og natión - átrúnað og tjóð (sí p.s.) - kanska mest eyðsýnt við skrúðgonguni úr Dómkirkjuni niðan í Løgtingið. Ólavsøkan er Løgtingsins nýggjársdagur og ein týðandi høgtíð hjá Fólkakirkjuni. Hetta er dagurin, tá bæði natiónin og religiónin verða fagnað og í stóran mun verða fagnað í felag - sum ein eind. Í Føroyum hava natión og religión leingi verið tvær síður av somu søk, eins og vit m.a. síggja hetta í tjóðsanginum og øðrum songum sum “Boðar tú til allar tjóðir” ella “Eg oyggjar veit”.

 

Ein vanlig fatan er, at bæði religión og natión eru konstruerað fyribrigdi, tvs. at tey eru skapt við tí endamáli at stýra íbúgvum landsins, geva teimum meining, rætning, felagsskap o.s.fr. Hóast bæði religión og natión sostatt kunnu sigast at vera konstruerað og ímyndað, hava bæði fyribrigdi tørv á at staðfesta, at tey eru “upprunalig” ella í hvussu er sera gomul og tískil hava ein serligan legitimitet í mun til mest sum alt virksemi innanfyri eitt ávíst landaøki.

 

Fyrr var tað tó ikki soleiðis. Religiónin - um okkara leiðir kristindómurin - var ætlað sum eitt universelt fyribrigdi, ið skuldi breiðast út kring heimin og til øll fólkasløg (ein katólsk apostólsk kirkja). Við sonevndu trúbótini hendi tó ein sundurskiljing av kristindóminum í smærri eindir, ið í ávísan mun fylgdu landamørkum ella natiónsmørkum.

 

Man kann sostatt siga, at spírin til modernaðu nationalismuna varð lagdur við protestantismuni, tí fleiri lond í Norðureuropa tá loystu frá katólsku kirkjuni. Við tíðini fingu hesi lond í alsamt størri mun eina “nationala religión”, tvs. at natión og religión so at siga gjørdust tvær síður av somu søk - við “móðurmálinum” sum snúningsási og kongi sum yvirhøvdi. Tað var avgerandi fyri protestantismuna, at kristindómurin skuldi boðast á móðurmálinum, og fleiri nationalismugranskarar síggja málmørkini sum avgerandi fyri natiónsmørkini.

 

Tær fyrstu øldirnar var religiónin framvegis dominerandi, og íbúgvar landanna vóru treytaleyst trúgvandi, undantikið tey fáu, ið tordu at “hugsa frítt” og ofta vórðu revsað fyri hetta. Tað var ikki fyrr enn sekulariseringin og demokratiseringin av samfeløgunum fer fram í endanum av 18. øld og í 19. øld, at natiónin fekk vaksandi týdning. Man kann siga, at meðan vit við trúbótini fingu “nationalar religiónir”, fingu vit við sekulariseringini “religiøsa nationalismu”, tvs. at religiónin framhaldandi vigaði sera nógv, men at nationalisman gjørdist berandi stýrihugtak í nógvum av protestantisku londunum. Nationin gjørdist ráðandi fyribrigdið, meðan religiónin gjørdist ein stuðul hjá natiónini - saman við øðrum fyribrigdum.

 

Religiøs nationalisma í Føroyum

 

Hetta sæst eisini sera væl í Føroyum. Hóast tað eisini vóru einstakir reint sekulerir nationalistar í Føroyum, vóru flestir nationalistar “religiøsir nationalistar” ið brúktu nógva orku upp á at føroyska kristindómin. Vit kunnu nevna stóru bíbliutýðararnar, men eisini vóru fleiri týðandi sálmaskøld, ið høvdu eina greiða nationala dagsskrá: Jóannes Patursson, Mikkjal á Ryggi, Jákup Dahl - bara fyri at nevna nakrar burtur úr rúgvuni. Eisini innan aðrar samkomur varð stórarbeiði gjørt fyri at føroyska kristindómin.

 

Sigast kann, at religiónin og natiónin partrolaðu í Føroyum, eins og tær framman undan høvdu gjørt tað í fleiri øðrum londum. Føroyar vóru - bæði viðvíkjandi bíbliutýðing, sálmayrking, tónleiki; ja innan mest sum øll samfelagsøki - eftirbátar. Av hesi orsøk verða Føroyar eisini roknaðar fyri at vera rættiliga “konservativar”, júst tí at menningin er hend - og hendir - munandi seinni her enn aðrastaðni. Tað er bæði gott og ringt.

 

Føroyar vórðu miðskeiðis í 19. øld lyftar úr siðbundna samfelagnum og inn í spírandi modernitetin. Vit fingu fólkaræði, fríhandil, fiskivinnu og við tíðini eisini fríkirkjur. Ein týðandi fortreyt fyri hesum var talufrælsi og trúarfrælsi. Eins og trúbótin hevði býtt universellu kirkjuna sundur í smærri - ofta nationalar - samkomur, varð samfelagið nú enn meiri sundurbýtt í alskyns samkomur. Hetta skapti nakrar nýggjar samleikar, ið lutvíst hava klovið býir og bygdir sundur og enntá skapt ein stóran andaligan mun millum landslutir, ikki minst í Føroyum. Meðan kirkjan var nationalt samlandi, hava samkomurnar heldur verið nationalt spjaðandi.

 

Við trúarfrælsinum fingu vit eitt meiri fjølbroytt trúarlív, og við talufrælsinum byrjaði eitt kjak um eitt øðrvísi samfelag, ið skuldi vera minni stýrt av danska statsvaldinum. Eitt vóru ítøkilig ynski um at stýra ávísum málsøkjum, men við tíðini fingu vit eisini eina veruliga nationalismu, ið umframt reint instrumentellu sjálvstýrisástøkini skuldi vera grund undir einum framhaldandi loysingarstríði hjá sonevndu natiónini. Áðrenn hetta høvdu føroyingar mest grundað sín samleika á bygd og ætt, umframt ta yvirskipaðu kongsstuðlaðu gudstrúnna. Men nú kom eitt nýtt fyribrigdi inn, ið bjóðaði fólki ein nýggjan samleika: ein føroyskan samleika; ein samleika sum føroyingar. Til hetta var neyðugt at konstruera natiónina, og liður í hesum vóru sum vera man bæði mál og mentan, og sum longu nevnt religión. Religiónin gjørdist at kalla ein undirpartur av natiónini, meðan hon í eldri øldum hevði verið berandi.

 

Hendan støða hevur verið dominerandi upp gjøgnum 20. øld, men eins og religiónin hevur mist sína styrki, er natiónin eisini í ferð við at missa sínar fastatøkur í fólkinum. Nýggi mátturin, ið hevur gjørt hesi fyribrigdi avoldað, eru tøknin og harav leidda globaliseringin. Globalisering er sjálvandi ikki nakað nýtt, men munurin er, at globala samskiftið nú er so skjótt og altfevnandi, at eingin serføroysk mentan fær frið fyri henni. Man kann sjálvandi stinga høvdið í sandin og vóna, at menningin steðgar. Hetta eru tað nógv sum gera, og summi royna enntá reaktioneru leiðina; at byggja verjugarðar, ið skulu forða fyri menningini - ella “glíðibreytini”, sum hon viðhvørt niðrandi verður nevnd. Men hetta riggar ikki í longdini. Menningin hendir, um vit vilja tað ella ei, og so hvørt sum samfelagið verður alsamt meiri integrerað í “tað globala”, tykjast religiónin og natiónin alsamt meiri afturúrsigld. Tí tykjast bæði religiøs og nationalistisk fólk mangan reaktioner. Tey vilja gjarna varðveita tað góða, tað vakra, tað sanna, ið tey eru uppvaksin við, og vilja forða fyri teimum globalu rákunum, ið støðugt skola inn yvir okkara samfelag og bróta niður gomlu (sand)borgirnar.

 

Men framtíðin kemur antin vit vilja tað ella ei, líka mikið um helst vilja halda fast við fortíðina.

 

Natión og religión - millum eksklusión og inklusión

 

Virði eru grundarlagið fyri hugburðunum og harvið atburðunum í samfelagnum. Men tað gongur eisini hin vegin. Atburðurin ber boð um tín hugburð, ið ber boð um tíni virði. Tí er tað ikki líka mikið, hvussu tú tosar, hvørjum klæðum tú gongur í, hvønn mat tú etur o.s.fr. Alt hetta eru “virðismarkørar”, ið umframt sína praktisku funktión geva øðrum nøkur symbol at tulka teg út frá. Hvat tú gert, vísir hvør tú ert! Tí hevur atburður so stóran týdning, eins og stórur tørvur er á at kontrollera (stýra) atburðin hjá øðrum, ja helst hjá øllum í samfelagnum. Slík stýring kann fara fram á alskyns hættir, gjøgnum meiri ella minni beinleiðis ella óbeinleiðis vald, men eisini er meiri strukturelt og diskursivt vald, ið ávirka tín atburð. Tvey týðandi strukturell/diskursiv vald í samfelagnum eru religión og natión.

 

Bæði religión og natión eru fyribrigdi, ið geva felagsskap, skapa meining og seta eina kós. Men sera ymiskt er hvussu stramt hesi fyribrigdi verða brúkt. Til ber at siga, at tað finnast tríggir bólkar innan bæði fyribrigdi: 1) Tey víðgongdu (ekstremu), 2) Tey støðuføstu og 3) Tey eklektisku.

 

1) Tey víðgongdu vilja hava eina sera stramma stýring. Tey vilja hava ein eksklusivan felagsskap við sera strongum upptøkutreytum. Nationalt skalt tú lúka nøkur krøv um útsjónd, verumáta, málburð o.s.fr. ið gera teg verdan at vera partur av natiónini. Megnar tú ikki at liva upp til hesi krøvini, mást tú ekskluderast ella marginaliserast. Religiøst eru somuleiðis krøv til, hvussu tú gongur ilatin, hvat tú etur ella drekkur, hvussu tú tosar og hvat tú sigur. Nationalt kundi man nevnt nationalsosialismuna sum dømi, ið er ein sera eksklusiv hugsjón, ið eisini hyggur eftir ættarbondum, “rasu”, húðarliti o.s.fr. Religiøst kundi man nevnt Jehova Vitni, ið eru ein sera eksklusiv samkoma.    

 

2) Tey støðuføstu vilja eisini hava greiða stýring, har felagsskapurin er domineraður av nøkrum greiðum virðum. Nationalt skalt tú assimilerast til ein virðisfelagsskap bæði hvat viðvíkur mentan og máli. Tú nýtist ikki at vera innføddur, men skalt laga teg til krøvini hjá teimum innføddu. Religiøst kunnu øll gerast limir, um tey megna at laga seg til krøvini hjá samkomuni. Nationalt kunnu vit nevna nationalkonservativar og nationalpopulistiskar flokkar sum dømi, ið krevja av tilfltytarum, at teir skulu assmilierast til móttøkusamfelagið. Neyðugt er eisini at avmarka tiflytingina fyri at tryggja at allir tilflytarar verða tillagaðir. Religiøst kundi talan verið um meiri konservativu partarnar av Fólkakirkjuni ella fleiri av fríkirkjununum, ið ofta seta krøv til atburð, málburð o.s.fr.

 

3) Tey eklektisku vilja hava eina partvísa stýring á summum økjum, meðan tey á øðrum økjum vilja velja okkurt annað til. Tey síggja natiónina og religiónina sum eitt “sjálvstøkuborð”, har man velur tað burtur úr, ið hóvar einum, meðan hitt kann goymast ella gloymast burtur. Nationalt ynskir man at stýra máli og mentan á ávísum økjum, men ikki á øðrum. Man ynskir at ganga í føroyskum klæðum, men vil gjarna laga tey til sín egna stíl. Man ynskir at kvøða føroysk kvæði, men hevur ikki ampa av, at føroyskur tónleikur verður sungin á enskum. Man ynskir at verja føroyskt mál, men hevur ikki ampa av, at alsamt fleiri starvspláss gerast enskmælt. Religiøst ynskir man at brúka kirkjuna til høgtíðir, til jarðarferðir, vígslur og konfirmatión, men annars gongur man bert sjáldan í kirkju. Nationalt er talan um fólk, ið dáma at “tjóðskapa sær”, men ikki vilja lata nationalu krøvini stýra ov nógv. Religiøst er talan um fólk, ið dáma væl felagsskapin, felagssangin og virðini, men ikki vilja lata seg stýra ov nógv av kristindóminum. Hesi eru tann meiri liberali parturin av fólkakirkjuni.

 

Eg eri sjálvur onkrastaðni millum punkt 2 og 3. Mær dámar væl tað mesta, ið natiónin og religiónin standa fyri, men toli illa, at tað verður strammað ov nógv, soleiðis at frælsið verður ov nógv skert. Tað er gott at kenna felagsskap, meining og rætning, men verður hetta ov tvungið, er tað ikki so stuttligt longur. Hinvegin dámar mær heldur ikki eina púra relativistiska “anything goes”-fatan, har alt er loyvt, einstaklingagerðin er fullkomin, øll skapa sína egnu meining og reka í hvør sína ætt. Henda sosiala sundurpetting er eyðkenni fyri seinmodernaða samfelagið, men eg síggi hetta sum eina beinleiðis hóttan ímóti samanhangsmáttinum hjá samfelagnum. Kann samfelagið loyva, at ávísir samfelagsbólkar liva í síni egnu verð og ikki eru partur av heildarsamfelagnum? Kann samfelagið loyva, at tað uppstanda parallellsamfeløg við samfelagsmótstríðandi virðum? Og kann kirkjan liva við, at fylgið gongur í bólkum? Sagt verður, at samfelagið skal vera “inklusivt” og at kirkjan skal vera “rúmlig”, men hvar gongur markið, áðrenn alt verður so relativt, at meining, rætningur og felagsskapur detta niðurfyri?

 

Ein veruligur vandi er, at “misskilt inklusión” kann enda við “óætlaðari eksklusión. Vantandi krøv kunnu vísa seg at vera ein bjarnatænasta fyri tilflytarar, ið ikki læra seg mál og mentan á nøktandi støði og tí missa møguleikar og førleikar. Hetta er sjálvandi eisini ein bjarnatænasta fyri natiónina, ið missir samanhangsmátt. Líknandi kann sigast um kirkjuna, ið kann gerast so rúmlig og inkluderandi, at hon verður “andaliga innantóm” og fólk søkja til aðrar meiri “seriøsar” samkomur at fáa andaligan fulnað.

 

Gaman í finnast felagsvirði sum fólkaræði, javnstøða og mannarættindi, ið eisini eru stýrandi, men hvat megna hesi hugtøk, um tey ikki eru kjølfest í einu natións- og/ella religiónsgrundaðum samhaldsfesti? Um tey ikki spretta úr neðra, men fult og heilt skulu tvingast ígjøgnum úr erva, vilja slík stýrihugtøk fáa munandi veikari virknað og ofta mótstøðu. Ræðudømið er USA, har fólkaræðið er so elitert og leysrivið frá fólkinum, at tað møguliga stendur fyri falli - og møguliga tekur javnstøðu og mannarættindi við sær í fallinum. USA er somuleiðis eitt dømi um eitt bæði nationalt og religiøst sundurpettað land, og hetta er grundleggjandi orsøkin til nógvar av trupulleikunum í USA.

 

Miðflokkurin og Tjóðveldi - religiónsflokkurin og natiónsflokkurin?

 

Vit hava tveir flokkar í Føroyum, ið hava serligt fokus á ávikavíst religión og natión: Miðflokkurin og Tjóðveldi. Hesir flokkar eru á nógvar hættir mótsetningar í føroyskum politikki. Miðflokkurin kann sigast at vera uttasta høgra á sonevnda “virðisásinum”, meðan Tjóðveldi kann sigast at vera uttasta vinstra á hesum ási.

 

Miðflokkurin hevur eitt merkisvert navn, ið bendir á ein flokk, ið liggur í miðjuni á føroyskum politikki, og tað ger hann væl eisini hvat viðvíkur høgra/vinstra og loysing/samband, men á virðisásinum er hann tó uttasta høgra. Miðflokkurin er ein flokkur, ið roynir at tryggja at Føroyar framhaldandi skulu byggja á eitt kristið grundarlag. Nógvir aðrir politikarar byggja sín politikk lutvíst á eitt kristið grundarlag, men munurin er at Miðflokkurin allur sum hann er hevur hetta sum aðalmál.

 

Á hesum øki er Miðflokkurin greitt reaktionerur.

 

Tjóðveldi (áður Tjóðveldisflokkurin) hevur eisini eitt serstakt navn. Beint umsett merkir tað “natiónsstýri”. Tað liggur í navninum, at føroyska natiónin skal stýra føroyska landinum. Men tá tað er sagt, er ikki so greitt, hvussu hetta skal skiljast. At tjóðveldisfólk vilja hava meiri sjálvræði - enntá fullveldi - er heilt greitt, men hvussu við natiónini? Hvat fyri natión er talan um? Hvat er føroyska natiónin í grundini? Í eini tíð við stórari tilflyting úr øðrum londum, eru Føroyar ei longur etniskt homogenar, so klassiska fatanin av føroysku natiónini sum “etniskir føroyingar” er torfør at varðveita. Tað tykist eisini sum eru tjóðveldisfólk sera ójøvn á máli um hvat skal skiljast við natiónini. Framvegis finnast “nationalkonservativ” tjóðveldisfólk, ið leggja dent á føroyskan etnisitet, mál og mentan, men Tjóðveldi er sum heild alt annað enn konservativur; heldur progressivur. Tjóðveldi kann tykjast sum tann flokkurin, ið glaðbeintastur av øllum tekur nýggj virði til sín úr umheiminum, og hetta er eitt paradoks, tí á hendan hátt er Tjóðveldi kanska meiri ein globalistiskur enn nationalistiskur flokkur. Spurningurin er tískil, um navnið á flokkinum ikki er misvísandi?

 

Nógv tjóðveldisfólk vilja halda upp á, at teirra stremban eftri fullveldi í sjálvum sær kvalifiserar heitið Tjóðveldi. Men fullveldi er ikki í sjálvum sær eitt nationalistiskt projekt. Fullveldi kann bæði vera nationalistiskt og globalistiskt, og tað tykist sum Tjóðveldi meiri at kalla er ein “globalistiskur loysingarflokkur”, ið ynskir at integrera Føroyar enn meiri í umheimin. Trupulleikin við hesum er, at globalisma er í andsøgn við nationalismu, og at ein slíkur liberalur politikkur í grundini er við til at máa støðið undan føroysku natiónini og hennara máli, mentan og etniska grundstøði.

 

Heldur enn at varðveita natiónina - sum navnið Tjóðveldi kundi bent á - tykist hesin flokkurin at vera hin mest globalistiski flokkurin av øllum. Hóast vit kunnu fáa loysing frá danska kongsríkinum, verða vit tá í staðin sogin inn í eitt globalt, mentanarligt imperium, har vit í alsamt størri mun leggja av at tosa føroyskt, men heldur skifta yvir til enskt. Sum nógv vísa á er enskt helst ein nógv størri hóttan ímóti føroyskum enn danskt.

 

“Loysingarskeptisk” tjóðskaparfólk hava ta fatan, at føroyska natiónin júst hevur verið vard av ágangi av donsku yvirvøldini, ið ikki hevur verið so mentanarimperialistisk sum t.d. tann bretska. Høvdu Føroyar verið pantsettar saman við Hetlandi og Orknoyggjunum á sinni, hevði helst einki føroyskt mál verið til í dag.

 

Paradoksið er, at vit hava ein flokk, ið brúkar natiónina sum symbolska undanførslu til at reka ein globalistiskan politikk. Tað er nógv, ið ikki skilja Tjóðveldi, og tað er væl skiljandi.

 

Religiónin er universell, natiónin er partikuler

 

Neyðugt er við onkrum fyribrigdi, ið skapar karmar um felagsskap, meining og rætning. Tað hava verið religión og natión, men um hetta framvegis verður soleiðis, er ivasamt. Spurningurin er so hvat kann koma í staðin.

 

Í dag kann sigast, at natiónin stendur munandi sterkari enn religiónin, bæði í Føroyum og kring um í Europa. Kring alt Europa eru ein ørgrynna av flokkum við eini nationalari dagsskrá - alt frá miðjusøkjandi nationalkonservativum til víðgongdar nationalistar og sonevndar nationalpopulistar. Eisini eru nógvir flokkar við religiøsari dagsskrá, men hesir eru í flestu førum miðjusøkjandi kristindemokratar.

 

Tað er týðandi at gera mun á nationalkonservativum, víðgongdum nationalistum og nationalpopulistum. Nationalkonservativ eru øll tey, ið ynskja at verja nationalu eyðkennini hjá samfelagnum, og sum nevnt áður eru nógv av “klassisku tjóðveldisfólkunum” nationalkonservativ, tó at nationalkonservatisman meiri er heimahoyrandi í Fólkaflokkinum nú á døgum. Víðgongdir nationalistar eru slíkir, ið ikki bert vilja varðveita national eyðkenni men somuleiðis marginalisera bólkar, ið ikki liva upp til hesi eyðkenni. Nationalpopulistar eru hinvegin slíkir, ið hava eina populistiska - tvs. anti-elitera - dagsská. Málið hjá nationalpopulistum er at mótarbeiða politiska projektinum hjá “globalistisku” elitunum, ið teir síggja sum eina hóttan ímóti bæði natiónini og fólkinum (hvør munurin so er á hesum hugtøkum).

 

Eisini religiónin kann skiljast við hesum hugtøkum. Nógvir politikarar í øllum flokkum eru kristinkonservativir, tvs. at teir í ávisan mun ynskja at varðveita kristnu eyðkennini hjá Føroyum. Harumframt eru nakrir einstakir religiøsir ekstremistar, ið ynskja at marginalisera ella umvenda fólk, ið ikki liva upp til krøvini. Tað finnast eisini slíkir í Føroyum, men t.d. í USA eru heilt nógvir kristinfundamentalistar, eins og vit finna zionistar í Ísrael og islamistar í islamiskum londum. At enda hava vit eisini religøsar populistar, tað vit í Føroyum kunnu kalla “kristinpopulistar”. Eg síggi í ávísan mun Miðflokkin sum ein kristinpopulistiskan flokk, ið roynir at verja Føroyar frá “syndafullum” rákum uttan úr heimi. Miðflokkurin er í verki ein blanding millum kristinkonservativ og kristinpopulistar.

 

Men hóast nationalisman í løtuni stendur øgiliga sterk kring Europa - serliga nationalpopulisman - er hetta eitt trupult stríð, tí at stríðast ímóti globalu rákunum er ikki lætt. At verja virði og eyðkenni hjá nationalstatunum, samstundis sum heimurin verður alsamt meiri samanknýttur á alskyns hættir, er torført. Bæði búskaparliga, mentanarliga, tøkniliga, umhvørvisliga og á alskyns aðrar hættir skola globalu rákini inn yvir nationalstatirnar og umbroyta teir. Nationalu verjugaraðarnir eru ikki serliga effektivir í mun til hesi ráðandi risarákini (megatrends), og teir vilja tí neyvan kunna standa ímóti í longdini. Ein annar veikleiki hjá nationalismuni er, at hon elvir til nøkur lutfalsliga veik smálond, ið ikki hava styrki at standa ímóti hóttanum frá stórveldum sum t.d. Russlandi. Hóast nationalisman kann mobiliera fólkið til at verja sítt egna land, er neyðugt at finna saman í størri felagsskapir sum NATO og ES fyri at kunna standa ímóti Russlandi ella øðrum ágangandi stórveldum. Hinvegin máa slíkir yvirnationalir felagsskapir undan nationalu kenslunum og harvið undan samhaldsfestinum. Trygdin hjá Europa er í eini grundleggjandi tvístøðu. Styrkir man yvirnationalu felagsskapirnar, viknar nationala árræðið, men styrkir man nationala árræðið, vikna yvirnationalu felagsskapirnir. Teoretiskt sæð kundi loysnin verið ein felags ES-samleiki, men ein slíkur má sigast at vera avbera teoretiskur í løtuni.

 

Av tí at nationalisman er so neyvt tengd at einum ávísum landaøki, hevur hon ein stóran trupulleika. Um økini ikki effektivt kunnu verjast og vera meiningsskapandi í framtíðini, hvussu skal nationalisman so yvirliva? Ein møguleiki er, at sterka nationalistiska mótrákið nú á døgum er eitt upplop, ið megnar at seinka nøkrum gongdum, men sum ikki kann steðga yvirskipaðu globaliseringsgongdini. Til tess er tøknin alt ov sterk!

 

Hvussu so við religiónini? Religión valdast. Taka vit okkara heimliga kristindóm, so hevur hann sum nevnt verið tongdur saman við natiónina. Vit hava eina nationala religión bygda á sonevndu “fólkakirkjuna” - fólksins kirkju. Hetta er grundleggjandi øðrvísi enn við t.d. Katólsku kirkjuni, ið er universell. Ein universell religión hevur ein boðskap, ið fer tvørtur um landamørk, og tískil kunnu universellar religiónir hava eina bjarta framtíð, meðan staðbundnar religiónir stagnera í einum globalum heimi.

 

Nógv hava spátt at religiónin fór at hvørva, men religiónin vísir seg at vera seiglívað. Religiónin kann brúkast í øllum londum, undantikið í teimum førum har hon er inngrógvin í national sereyðkenni (t.d. kastuskipanin í India), meðan natiónin (næstan altíð) er landaspesifikk. Økisbundnið er bæði styrkin og veikleikin hjá natiónini - ein greið styrki í einum meiri staðbundnum samfelagi, men ein avbjóðing í einum samfelag merktum av øktum mobiliteti.

 

Ímeðan natiónin virkar í andsøgn við globaliseringina, nýtist hetta ikki at vera galdandi fyri religiónina. Er religiónin nóg universell og fevnandi, kann hon fáa stóran týdning sum meiningskapari, rætningsvísari og felagsskapsveitari í einum globaliserandi heimi. Hóast nógv hava eitt ideal um fullkomna individualisering, skerst ikki burtur, at nógv onnur fólk hava tørv á at finna meining, rætning og felagsskap í einum kaotiskum heimi. Fólk leita tí aftur til natiónina fyri at finna hetta, men fólk leita eisini eftir religiónini, ið kann nógv av tí sama.

 

Mín fatan er tó, at religiónin hevur ein kappingarfyrimun, júst tí at hon kann vera etniskt og mentanarliga inkluderandi. Hon kann seta nøkur greið andalig krøv, men nýtist ikki at hava ávísar málsligar ella mentanarligar formar. Hon er ikki so tengd at einum ávísum landaøki og kann tí stinga seg upp kring allan heim, um so skal vera. Hetta merkir ikki, at tað nýtast at vera klassiskar religiónir sum t.d. Kristindómurin ella Islam, ið vinna “religiøsu kappingina” í framtíðini. Kanska - helst? - stinga heilt nýggjar religiónir seg upp, ið betri megna at nøkta andaliga tørvin í samtíðini - m.a. ateistiskar trúarskipanir, ið søkja ímóti tí natúrliga heldur enn tí yvirnatúrliga. Eisini kann hugsast at vit í framtíðni fara at síggja nógv fleiri “grønar religiónir”, ið søkja eftir andanum í natúruni. Kring heimin eru alskyns hugtøk, ið ynskja at vinna frama at stýra landsins íbúgvum, ja gjarna øllum heiminum. “Hugsjónamarknaðurin” er risastórur og fjølbroyttur, men tað áhugaverda er hvør hugsjón megnar at fáa yvirvøld á sama hátt sum religiónin (kristindómurin) og natiónin á sinni fingu. Ein háttur er sjálvandi at umfevna globaliseringina og gerast “globalistur”. “Globalisma” er tað umvenda av nationalismu og kann í summum førum sigast at vera beinleiðis “anti-nationalisma”.

 

Men nú er aftur Ólavsøka, og við hesum ein framhaldandi samantvinning av natión og religión, eins og vit hava kent tað í øldir. Men hvussu leingi fer hendan siðbundna Ólavsøkan at halda, har tjóðin og trúgvin - tey bæði týdningarmestu stýriamboðini - ganga saman? Váðin er sjálvandi at Ólavsøkan við tíðini verður innantómur symbolikkur, heldur enn ein staðfesting av, at føroyingar eru ein “kristin tjóð”.

 

p.s. eg havi í hesi grein við vilja brúkt hugtøkini religión og natión, tí føroysk orð sum átrúnaður, trúgv og tjóð hava ov nógvar samtýdningar og somuleiðis eru tengd at fordómum, ið kunnu fáa fólk at misskilja hugtøkini.