Reyði, ella kanska blái tráðurin, í sjálvbjargna landinum Føroyar, er frælsið at virka og vinna

Reyði, ella kanska blái tráðurin, í sjálvbjargna landinum Føroyar, er frælsið at virka og vinna.

 

Uppgávan hjá polittisku skipanini er tí at skapa røttu atgongdina, leggja røttu skinnararnar til vinnuligu pionerarnar at flyta seg eftir.

 

Skapa kapping um tilfeingið og góðu hugskotini.

 

Tíverri er stórur partur av vinnuliga geiranum stikaður inni í eitt langt áramál, av einum polittiskum meiriluta, sum hevur avmarkað kappingina um fiska og alitilfeingið.

 

Vit eiga tó sum skjótast at fyrireika og bjóða út konsessiónir til aling og vindframleiðslu á opnum havi. Her er møguleiki fyri at vaksa um vinnumeingið og harvið eisini um samfelagskøkuna.

 

Ein stórur KT marknaður býr í at bjóða skermverðina fram á føroyskum.

 

Her eigur landið at fara inn í samstarv við vinnuna, fyri at menna føroyska teldumálið, telduspølini og filmarnar.

 

Vinningurin er ein vaksandi KT-geiri, og ein betraður málbúni hjá uppvaksandi ættarliðnum.

 

Orkuskiftið letur dyrnar á glopp fyri at privata vinnan, kann gerast partur av framleiðsluni inn á netið, tó at kervið og prísásetingin verður stýrd eftir samhaldsføstum leisti.

 

Handilsavtala okkar við Ísland eigur at endurskoðast, so vit betri fáa virka til útflutnings.

 

Og sjálvsagt liggja óteljandi møguleikar í handilssamstørvum hjá Føroyum sum sjálvstøðugt land.

 

Nógv orka, og byrjunarstuðul eigur at vera lagdur í at menna føroyska matkovan.

 

Setast skulu greið mál fyri hvat framleiðslan av grønmeti skal vera um 3, 7 og 10 ár, og vit skulu leggja lunnar undir leiðina hagar.

 

Lykilin til vinnuligan vøkstur, byggir á frælsi til at virka frítt, møguleikar fyri váðafúsari fígging, og atgongd til tilfeingi og marknaðir.

 

Á tryggari grund, vinna vit longur fram á leið!

 

Páll á Reynatúgvu

 

Løgtingsmaður

 

Tjóðveldi