Róðrarsambandið hevur sett Saritu sum landsliðsvenjara

Róðrarsamband Føroya hevur gjørt avtalu við Saritu Kristinu Hansen um at venja landsliðið í inniróðri, skrivar heimasíðan hjá Róðarsambandinum

Róðrarsamband Føroya hevur gjørt avtalu við Saritu Kristinu Hansen um at venja landsliðið í inniróðri, skrivar heimasíðan hjá Róðarsambandinum. Sarita Kristina Hansen er fleirfaldur heimsmeistari í inniróðri, og hevur verið virkin í bæði inniróðri og føroyskum kappróðri í fleiri ár. Harafturat hevur hon drúgvar royndir sum venjari í kappróðir.

 

Róðrarsambandið skipar fyri fýra grand prix kappingum í inniróðri í vetur. Í hesum sambandi fer Sarita Kristina Hansen í fyrstu atløgu at arbeiða við einum bruttohópi av rógvarum saman við feløgunum kring landið. Síðani fer hon saman við Róðrarsambandinum at taka út teir rógvarar, sum fara at umboða Føroyar í aljóða kappingum í vetur.

 

- Róðrarsambandið fegnast um avtaluna við Saritu og vónar og væntar, at hennara mongu royndir fara at koma føroyskum rógvarunum til góðar, tá ið hesir skulu umboða Føroya í altjóða kappingum, skrivar Róðrarsambandið.

 

Fyrsta kappingini í inniróðri verður 8. oktober 2022 á Eiði.