Úr Lestrarblaðnum í Sosialinum 21. februar
Á Tekniska Skúla í Klaksvík kanst tú taka eina 3 ára tøkniliga miðnámsútbúgving (HT) har tú kanst fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni.
Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á Tøknibreytini her royna tína bókligu vitan í verki.
Tað ber sum nakað nýtt til at velja ímillum tvær ymsar leiðir. Eina vanliga Tøknibreyt, og eina Ítrótta- og Heilsubreyt.
Tøknibreytin er til teirra, sum væl dáma at fáast við tøkni og fordjúpa seg í tí. Tað kann vera at menna nýggj produktir, gera appir og so framvegis.
Ítrótta- og heilsubreytin er meira til teirra, sum hava áhuga fyri ítrótti og heilsu. Sum næmingur hevur tú bæði møguleika fyri at íðka eina rúgvu av ítrótti, men eisini fáa eina ástøðiliga tilgongd til kropp og heilsu. Lestrarleiðirnar eru Biotøkni A og Ítróttur B.
Fokus á verkætlanir
Arbeiðshátturin á tøknibreytini brýtur nokkso nógv frá tí klassiska miðnámsskúlanum. Tí umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum.
– Næmingarnir læra seg at koma við einum hugskoti, menna tað og avikla tað. Á hendan hátt fært tú roynt skúlalærdómin í verki, fortelur Kjartan Gaard Sleire, leiðari á Tøknibreytini.
– Einstaki næmingurin hevur tí stóra ávirkan á, hvønn veg man fer í ymsu lærugreinunum.
Hesin hátturin er væl umtóktur.
– Tey flestu síggja positivt uppá tað, tí tað hevur hjálpt teimum væl víðari. Kanska serliga hjá teimum, sum eru farin inn at lesa Heilsuvísindi og KT-verkfrøði aftaná. Fyrimunurin er, at tey aftaná tíðina her longu eru fakliga stinn, áðrenn tey koma inn á hægru lærustovnarnar.
Hugnaligt lestrarumhvørvi
Lestrarumhvørvið á Tøknibreytini er sera gott.
– Vit eru partur av einum størri skúla, men vit eru ein lítil deild. So tað er nokkso hugnaligt á tann hátt. Næmingarnir koma hvørjum øðrum nógv við, og tað er eisini ein serlig nærvera millum næmingarnar og starvsfólkini. Øll koma at kennast væl, sigur Kjartan Gaard Sleire.
– Vit eru rættiliga glað fyri, at vit liggja í hjartanum av Klaksvík. Av tí sama er stutt til allar hentleikar. Ja, alt er beint uttan fyri hurðina hjá okkum, sigur hann.
Næmingaheimið er partur av skúlanum, og næmingar kunnu av tí sama møta upp í inniskóm, um teir vilja. Spadserar man í ein hálvan minutt, so er man í svimjihøllini.
Ein partur av at ganga her er nevniliga eisini, at man býr á skúlanum.
– Eingin ivi er um, at næmingarnir búnast nógv við at flyta heimanífra og royna at búgva á skúlanum. Man fær eina kenslu av at flyta út, uttan at flyta ordiligt. Man kann jú fara heim um vikuskiftini.
Vinaløg fyri lívið
Næmingar úr øllum Føroyum plaga at vera á tøknibreytini.
Eitt gjøgnumgangandi fyri øll árini er, at trivnaðurin er stak góður.
– Næmingarnir her skapa vinaløg fyri lívið, tað tori eg at pástanda. Eg síggi hvørt ár, at fyrrverandi næmingar møta upp til opið hús, og gamlir flokkar hittast aftur, sigur Kjartan Gaard Sleire.
Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru eisini ein partur av at ganga á Tøknibreytini.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
Haldarar kunnu lesa Sosialin á www.sos.fo
Lestrarblaðið kann lesast her: https://www.calameo.com/read/007198570ad00f862ba3f