Royna at fáa eitt føroyskt koronupass góðkent uttanlands

Ætlanin er ikki at gera mun á fólki, sum eru koppsett og teimum, sum ikki eru koppsett, sigur landsstýrismaðurin

Myndugleikarnir í Føroyum arbeiða nú við eini ætlan um at fáa eitt føroyskt koronupass, ella eina føroyska koppingarkvittan, góðkenda í Danmark og í Es sum heild. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við einum føroyskum koronupassi og í hesum sambandi spyr hann eisini, um ætlanin er, at tey, sum kunnu vísa prógv fyri, at tey eru liðugt koppsett, skulu størri rættindi enn onnur til tiltøk av ymsum slagi. Hinvegin spyr hann eisini um ætlanin er, at tað skal vera loyvt at nokta teimum, sum ikki hava eitt slíkt prógv atgongd til tiltøk av ymsum slagi.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at myndugleikarnir í Føroyum eru í samskifti við bæði danskar myndugleikar og ES myndugleikar um at fáa eitt koronupass til føroyingar, sum er altjóða góðkent.

 

Eitt slíkt koronupass skal lúka nakrar treytir og sum tað sær út nú, gera londini hvør sína skipan, sum síðani verður góðkend í hinum loldunum.

 

Sjúkrahúsverkið hevur víst á at í bíleggingarskipanini, sum Smyril Line hevur ment saman við Sjúkrahúsverkinum, til at koppsetingarnar í Føroyum, ber til at geva fólki eina kvittan tá ið tey eru liðugt koppsett.

 

Heilsumálaráðið hevur heitt á Sjúkrahúsverkið um at kanna, hvat krevst fyri at ein kvittan fyri, at ein er liðugt koppsettur fyri korona, kann verða góðkend í Danmark.

 

Annars leggur Kaj Leo Holm Johannesen dent á, at ætlanin er ikki at gera mun á fólki, altso á teimum, sum eru koppsett og teimum, sum ikki eru koppsett. Sostatt eru ongar ætlanir um, at ein koppingarkvittan, ella eitt korunupass, skal geva fólki framíhjárætt til frítíðartilboð og mentanartilboð - og sostatt er heldur ikki ætlanin at nokta teimum, sum onga kvittan hava, atgongd til nakað.