Trý fólk hava latið lív í einum russiskum loftálopi á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv.
Hetta upplýsa lokalir myndugleikar í býnum yvirfyri tíðindastovuni, Reuters.
Tað eru bert einir 30 kilometrar úr Kharkiv til landnyrðingspartin av markinum millum Ukraina og Russland.
Býurin hevur verið fyri óteljandi russiskum álopum, síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira enn trimum árum síðan.
Slík álop í hesum døgum staðfesta, at Russland als ongan áhuga hevur fyri nakrari treytaleysari vápnahvíld.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/eg-bidi-personliga-eftir-putin-i-turkalandi