Russar hava lopið á fleiri býir í Ukraina

Í Ukraina verður sagt, at streymurin er farin í sjey ukrainskum regiónum, og Kyiv Independent heldur, at russisku álopini eru hevnd fyri hørðu ukrainsku álopini á Russland í gjár

Ukrainska loftverjan veit at siga, at Russland hevur framt fleiri rakettálop móti Ukraina í morgun, men higartil er ikki frætt um persónsskaðar.

 

Á Telegram sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Russland hevur sent fleiri enn 40 rakettir eftir málum í Ukraina.

 

- Málini hjá russum eru tey somu - orkuveitingin hjá okkum. Millum málini eru gassleiðingar og orkuskipanir, sum tryggja okkara borgarum eitt vanligt gerandislív, sigur forsetin.

 

Hann leggur aftrat, at tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni í minsta lagi at skjóta 30 av russisku rakettunum niður, áðrenn tær raktu sínum málum.

 

Ukraina sendi út loftávaringar, eftir at strategisk bumbuflogfør hjá Russlandi vóru farin á flog av Olenja-flogvøllinum í Murmansk. 

 

Russland hevur eisini sent rakettir eftir málum í Ukraina úr Belgorod, og spreingingar hava verið í eitt nú Kharkiv og regiónunum, Khmelnytskij og Ivano-Frankivsk.

 

Í Ukraina vita myndugleikarnir at siga, at tvær støðir í Lviv-regiónini, sum liggur nær Póllandi, eru raktar í russisku álopunum.

 

Úr Ukraina verður sagt, at streymurin er farin í sjey regiónum, eitt nú í Donetsk-regiónini har eysturi í landinum.

 

Guvernørurin í Donetsk sigur, at russisku álop eisini hava rakt undirstøðukervið í økinum, men hann sigur einki um, nær hesi álop hava verið.

 

Sambært útlendskum miðlum hava russisku myndugleikarnir ikki gjørt viðmerkingar til hesi seinastu álopini á Ukraina.

 

Ukrainska ávísin, Kyiv Independent, setir hesi seinastu álopini hjá Russlandi í samband við hørðu ukrainsku álopini á Russlandi gjár. 

 

Tá lovaði Russland hevnd yvir Ukraina.