Aftur í nátt hava russar lopið á næst størsta bý í Ukraina, Kharkiv.
- Ein 35 ára gomul kvinna læt lív, og 39 onnur vórðu særd.
Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Oleh Synjehubov, á Telegram í morgun.
- Millum tey særdu eru tveir dreingir, átta og 17 ára gamlir og ein 10 ára gomul genta, sigur hann.
Oleh Synjehubov leggur aftrat, at seinasta samdøgrið hava russar lopið á býin Kharkiv og fleiri økir í regiónini.
- Eitt nú varð lopið á bygdina, Buzove, har ein 73 ára gomul kvinna varð særd, sigur guvernørurin á Telegram.
##med2##