Í døgunum, 5. juli til 12. juli, luttaka skótar og leiðarar úr Vági og Miðvági á stóru norsku landsleguni hjá skótnum í Noregi.
- Hetta er fyrsta felags landslegan hjá bæði KFUK & KFUM-skótunum og Noregs Spejderforbund, og legan verður hildin á GOBB/Vind Arena, beint við Mjøsa.
Tey, sum standa aftanfyri føroysku skótarnar, vísa á, at á Speidernes Landsleir luttaka umleið 10.000 skótar og leiðarar í aldrinum 10-25+ ár, eisini við gestum úr øðrum londum.
- Skótarnir sleppa at royna alt møguligt so sum, haik (ferð við yvirnátting í patruljum), bálkvøld, verkstovur, pionering og felags aktivitetir saman við øðrum skótum.
Sagt verður, at legan byrjar og endar við stórum felags bálum og hátíðarhaldi.
Skótar úr Vági og Miðvági fara at:
* Sova í tjaldi, gera mat á báli og liva tætt við náttúruna.
* Luttaka á haik, har tey fara at ferðast og sova úti fleiri av døgunum.
* Byggja við trøum og reipi (pionering) uttan at brúka naglar ella skrúvur.
* Tey fara at hitta fólki úr øðrum londum og fáa nýggjar vinir.
Tey, sum standa aftanfyri føroysku luttøkuna, siga, at skótarnir úr Vági og Miðvági fara at fáa eina fantastiska viku við náttúru, felagskapi og spennandi avbjóðingum í Gjøvik.
- Hetta verður ein lega, tey ongantíð fara at gloyma, verður lagt aftrat.