Russar megna ikki at kringseta Bakhmut

- Fíggindin trýstir øgiligt. Teir royna at kringseta býin og gera framtøk haðani, men uttan hepni, sigur ukrainskur generaloberstur.

 

Tað er Oleksandr Syrskyj, sum leiðir ukrainsku herdeildirnar, ið stríðast móti russum á hermótinum.

Í mánaðir hava russiskar herdeildir roynt at tikið ukrainska býin, Bakhmut í Donbas-landslutinum, har eysturi í landinum.

 

- Men, russar megna ikki at kringseta býin, sigur ovasti leiðarin hjá ukrainsku deildunum, Oleksandr Syrskyj, generaloberstur.

 

Tað sigur hann sambært miðlinum, Ukrinform, sum eitt nú norska Dagbladet endurgevur.

 

Generalobersturin vísir á, at tað eisini hevur eydnast ukrainsku deildunum at skjóta niður eitt russiskt Su-25-stríðsflogfar yvir Bakhmut.

 

- Fíggindin trýstir øgiligt. Teir royna at kringseta býin og gera framtøk haðani, men uttan hepni, leggur Oleksandr Syrskyj aftrat.

 

Tað eru serliga leiguhermenn hjá Wagner-herliðunum, sum kríggjast fyri russar, ið hava sagt, at Bakhmut skjótt fer at fella í russiskar hendur.

 

Fyri russisku innrásina búðu stívliga 70.000 fólk í Bakhmut, men stórur partur av íbúgvunum er flýddur úr býnum, sum er í knúsi.

 

Serfrøðingar halda ikki, at býurin hevur serliga stóran týdning fyri gongdina í krígnum annars, men kríggið her hevur kostað nógv mannalív.

 


 

 

Tað er Oleksandr Syrskyj, sum leiðir ukrainsku herdeildirnar, ið stríðast móti russum á hermótinum.