Russland ákærir Nato fyri at fyrireika sameind til stríð

Nato-virksemi kring Svartahavið er sambært Russlandi fyri at fyrireika sameind upp á stríð.

 

Mikhail Metzel/AFP/Ritzau Scanpix

Russland leggur Nato undir at fyrireika síni sameindu til stríð við Russland.

Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið sambært ríkistíðindastovuni Ria, skrivar Reuters.

Sambært ráðnum er tað virksemi hjá Nato í Eysturevropa og økinum kring Svartahavið, sum er roynd hjá Nato uppá at fyrireika síni sameindu til stríð við landið.

Ráðið leggur afturat, at tað er enn ein vandi fyri trygdina hjá Russlandi.

Ákæran kemur sambært Reuters eftir rumenskar ætlanir um at víðka eina hernaðarstøð í rumenska havnarbýnum Constanta við Svartahavið.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, legði mikudain sambært Reuters dent á, at Russland ongar ætlanir hevur um at leypa á eitt Nato-land.

Men um lond í Vesturheiminum lata Ukraina F-16-flogfør, so verða tey skotin niður av russiskum deildum, vissaði Putin um.

Sambært forsetanum broyta veitingarnar úr vesturheiminum av stríðsflogførum til Ukraina og venjing av ukrainskum flogskiparum ikki støðuna á vígvøllinum.

– Og vit fara at oyðileggja tað flogfarið eins og vit í dag oyðileggja stríðsvognar, pansað akfør og aðra úterð, segði hann sambært Reuters.

Danmark er eitt av londunum í vesturheiminum, sum millum annað letur Ukraina F-16-flogfør og er við til at venja ukrainskar flogskiparar í at nýta stríðsflogførini.

Sum liður í einum ættarliðsskifti, har danska verjan er í ferð við at endur nýggja F-16-flogførini við nýggjari F-25-flogførum, hevur danmark latið Ukraina 19 F-16-flogfør.

Danmark stendur á odda fyri eini F-16-venjingarsamgongu við Belgia, Hollandi og USA, har flogskiparar, tøkningar og serfrøðingar úr Ukraina millum annað hava verið á flogstøðini Skrydstrup í Vojens í Danmark fyri at læra at flúgva og halda við líka F-16-flogfør, áðrenn tey skulu brúkast í krígnum í Ukraina.

/ritzau/

 

 

Mikhail Metzel/AFP/Ritzau Scanpix