Russland góðkennir verjuavtalu við Norðurkorea

Russland og Norðurkorea hava økt um samstarvið, síðan Russland leyp á Ukraina í februar í 2022

Russland hevur góðkent eina verjuavtalu við Norðurkorea. Avtalan varð einmælt samtykt av statsdumanini.

 

Vladimir Putin, forseti og norðurkoranski leiðarin, Kim Jong Un, undirskrivaðu avtaluna, tá russiski forsetin vitjaði í Pyonyang í juni í ár. 

 

Russland og Norðurkorea hava økt um samstarvið, síðan Russland leyp á Ukraina í februar í 2022.

 

Um dagarnar hava útlendskir miðlar eisini borið tíðindi um, at norðurkoreansk herfólk eru í Russlandi.

 

Sagt verður, at herfólkini í løtuni eru til venjingar í Russlandi, áðrenn tey verða send á hermótið í Ukraina at berjast fyri Russland.