Tað er ikki bara Russland, sum hevur lopið á mál í Ukraina í nátt.
Sambært russiska verjumálaráðnum hava ukrainar eisini lopið á mál - tey flestu á Krim-hálvoynni, sum Russland tók frá Ukraina í 2014 og í Svartahavinum.
Í russiska verjumálaráðnum siga tey, at tilsamans 22 dronur eru skotnar niður, harav 19 á Krim-leiðini og tríggar yvir russisku regiónunum, Kursk, Belgorod og Orlov.
Russar siga einki um, hvørt nakar hevur fingið løstir ella hevur latið lív í ukrainsku álopunum í nátt.
Seinastu tíðina hevur Ukraina hert álopini móti Krim-hálvoynni.
Tað er sjáldan, at ukrainska verjan tekur ábyrgd av slíkum álopum, men í gjár váttaði Ukraina, at landið stóð aftanfyri álopini á eina russiska hernaðarstøð nærindis havnarbýnum, Sevastopol á Krim.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.