Sævarmoy basti aftur Geytanum

5-mannafør dreingir 14 – 16 ár: Óføru dreingirnir í Klaksvík vunnu eisini henda róðurin

Tað er øgiligt, sum dreingirnir í Klaksvík spíska seg í kappróðri. Teir vunnu barnaróðurin, teir vunnu kappingina millum dreingir 17 – 18 ár, og í kappingini millum 14 – 16 ára gamlar dreingir var tað eisini ein bátur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vann.

 

Sævarmoy hevur tvær tær undanfarnu ferðirnar kappast við Geytan í Eysturkommunu, og soleiðis var tað eisini í dag.

 

Á norðoyastevnu var tað Geytin, sum vann, á sundalagsstevnu var tað Sævarmoy, sum vann, og aftur í dag vóru tað klaksvíksdreingir, sum vóru fyrstir á mál.

 

Tað var bara kapping um sigurin millum teir báðar fremstu, og tá ið teir fóru um málið, var fjarstøðan millum teir báðar fremstu meiri enn ein bátslongd.

 

Báran var greitt nummar trý, og í kappingini um fjórða plássið var Dúgvan eitt vet undan Títlingi.

 

 

 

##med2##

 

 

 

##med3##