Sävehof vann aftaná tvær ferðir longda leiktíð

Tað gjørdist talan um eina drúgva triðu meistaraskapsfinalu í Partille í kvøld

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku í kvøld ímóti Ystad í Partille í tí triðu meistaraskapsfinaluni í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Talan gjørdist um ein ótrúliga spennandi dyst, har tað aftaná tvær ferðir longda leiktíð endaði við við einum 39-37 sigri til Sävehof, ið nú er á odda 2-1 í samlaðu uppgerðini. 

 

Støðan aftaná vanliga leiktíð var javnleikur 28-28, og støðan aftaná fyrru longdu leiktíðina var javnleikur 32-32. Í vanligu leiktíðini var Ystad á odda 16-15 í steðginum.

 

Seint í seinna hálvleiki var Sävehof aftanfyri 23-26, men tað eydnaðist liðnum at stríða seg upp á javnleik. Sävehof hevði enntá seinasta álopið í vanligu leiktíðini, men tað eydnaðist ikki at skjóta avgerandi málið. 

 

Í evsta sekundinum í fyrru vanligu leiktíðini hevði Oscar Sävinger í Sävehof-málinum eina fantom-bjarging, ið bjargaði Sävehof longda leiktíð eina ferð aftrat.

 

Í seinnu leiktíðini var Sävehof omaná, og so kundi fjøldin í Partille stórfegnast um ein minniligan dyst og sigur. Men sigast skal um Ystad, at teir eru ótrúliga rutineraðir og royndir, og teir vera ikki lættir at syfta hjá Sävehof í tí fjórðu finaluni í Ystad komandi týsdag klokkan 17.

 

Vinnur Sävehof tann dystin, so er Sävehof svenskur meistari. Vinnur Ystad spæla liðini fimtu og avgerandi finaluna í Partille komandi hósdag klokkan 17. 

 

Óli gjørdist saman við Gustaf Wedberg toppskjútti hjá Sävehof. Teir skutu níggju mál hvør. Óli legði eisini upp til fýra mál og vann somuleiðis liðnum brotskøst.

 

Óli var sambært hagtølunum hjá svenska hondbóltssambandinum mest effektivi leikarin hjá Sävehof í kvøld.