Verjumálaráðharrin í USA, Lloyd Austin, segði í gjár, at nú er váttað, at norðurkoreansk herfólk eru í Russlandi. Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, heldur, at nú hetta er váttað, er hetta samstundis ein ógvuliga órógvandi støða.
Norska kringvarpið - NRK - veit í dag at siga, at nýggjar video-upptøkur skulu vísa norðurkoreansk herfólk venja í Russlandi. Russland hevur fingið álopsdronur og vápn úr øðrum londum, og nú skulu so eisini fremmand herfólk berjast móti ukrainum á russiskari síðu.
Í dag varð ein verjuavtala millum Russland og Norðurkorea einmælt góðkend av russiska tjóðartinginum, veit tíðindastovan AFP at siga.
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur umrøtt norðurkoreansku herfólkini, sum nú verða send til Ukraina, sum fyrsta stig fram ímóti einum heimskríggi.
Sambært USA eru í minsta lagi 3000 norðurkoreansk herfólk komin til Russlands, og ukrainar siga seg vita, at ætlanin er, at 12.000 herfólk úr Norðurkorea skulu luttaka á russiskari síðu í krígnum móti Ukraina.
- Hetta er ein álvarslig gongd og eitt tekin um, at tað ikki gongur so væl hjá Russlandi. Hevði tað gingið væl, hevði Russland sjálvt havt støðuna undir eftirliti, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.
##med2##