Sambandshøvdingin á Oyrarbakka fyllir áttati í dag

Í dag fyllir Edmund Jo­en­sen, fól­k­a­tings­mað­ur, 80 ár

Edmund er ættaður av Oyri og býr á Oyrarbakka. Hann er son­­ur Poul Joensen og Han­­sinu, f. Sam­uelsen, og hann er giftur við Ed­fríð, sum er er ættað frá Norð­skála.

 

Hóast Edmund Joensen byrj­­­aði sína yrkisleið í pol­i­tikki longu í 1970, tá hann varð valdur í komm­un­u­stýr­­ið í gomlu Sunda komm­unu, so kenna vit hann best sum lands­politikara eftir at hann varð valdur á ting fyri Sam­­­bands­flokkin í Eyst­ur­oyar val­dømi í 1988.

 

Hann sat sum komm­un­u­­stýr­is­lim­ur til 1980.

 

Hann var virkin vinnu­­lívs­­­mað­ur, eitt nú inn­an fiskaaling tíð­liga í sjey­ti­áru­num og átt­a­tiá­r­u­num. Hann var eisini stjóri á O. C. Joensen, sum mill­um ann­að hevði rækjuvirki og skelja­­virki á Oyri.

 

Edmund Joensen hevði bert sitið sum tingmaður í tvey ár, tá boð vóru eftir hon­­um til for­mans­sessin í Sam­­­bands­­flokk­i­num. Stutt framm­an undan val­i­num í 1990 boðaði Pauli Ell­ef­sen frá, at hann ikki stillaði upp til kom­­andi løgtingsval, sum átti at ver­ið í 1992. Men stutt eftir frá­boð­anina hjá Paula Ellef­­sen slitnaði samgongan mill­­um Fólkaflokkin, Sam­­bands­­­flokk­in og Tjóð­veld­­is­­flokkin. Tí kom for­­­mans­­­skiftið í Sam­bands­flokk­i­­­­num eitt sindur fyrr enn ætl­að.

 

##med2##

Valið í 1990 var sermerkt við tað, at Javn­að­ar­flokk­ur­in vann stór­sigur, fekk 10 fólk vald. Tí kundi Atli Dam skipa eina tví­f­lokk­a­sam­­­gongu saman við næst­størsta flokki, Fólka­flokk­i­num, sum fekk sjey fólk vald.

 

Hetta vóru politiskt sera tur­­bo­lentar tíðir, og tað fekk Javn­­að­ar­flokkurin at merkja á vali­num í 1994, tá flokk­urin var hálv­veraður úr 10 fólkum niður í 5. Ed­mund vann stórsigur við Sam­­b­ands­flokkinum, sum vaks úr 6 upp í 8 tingsessir og gjørdist størsti flokkur.

 

Samráðingarnar um sam­­gongu vóru drúgv­ar í 1994. Leingi sam­rádd­ust Sam­bands­flokk­ur­­in, Fólka­flokk­ur­in, Sjálvsýrisflokkurin og Krist­i­ligi Fólka­flokkurin um sam­­gongu, til teir at enda skriv­aðu undir sam­gongu­­skjalið – sum øll tey 18 ting­­fólkini skrivaðu und­­ir. Men tá máls­økini skuldu býtast, slitnaði. Tí tók Ed­mund síðst í au­g­ust mán­­aði upp samráðingar við Javn­aðarflokkin, Verk­a­­mann­a­­fylk­­i­ngina og Sjálvstýr­is­­flokk­urin og skipaði sam­gongu 15. sep­tem­ber í 1994, tá Edmund Jo­ensen gjørd­ist Føroya Løg­mað­ur.

 

Meðan hesar sam­ráð­ingar stóðu uppá, var fólk­a­­tings­­val­stríð, tí Poul Ny­rup Rasmussen, for­sæt­i­s­ráðh­arri, hevði skrivað út fólka­tingsaval at vera 21. se­p­tember í 1994. Tá varð Ed­­mund Joensen valdur á Fólk­a­­ting fyri fyrstu ferð – og eru tað í morgin 30 ár síðani, at Edmund Joensen, varð valdur á fólkating á fyrs­ta sinni.

 

Meðan Edmund Joensen var løg­mað­ur røkti Jo­hann­es Mart­in Olsen á Strondum fólka­­tings­sessin.

 

Á løgtringsvalinum í 1998 gekk ikki so væl hjá Sam­bands­­flokk­i­num, sum aftur misti tveir ting­sess­ir og fekk 6. Úrslitið av vali­num í 1998 var full­veld­is­sam­gong­an, sum hevði sum end­a­mál at loysa Føroyar úr rík­is­fel­ags­­skapi­num við Danmark.

 

##med3##

Alt stríðið, sum Edmund Jo­­en­sen, og fyri hansara tíð Mari­ta Petersen, høvdu við Dan­mark og donsku stjórn­ina birti upp undir full­­veld­­i­s­hug­sjón­ina í Før­oy­um, sum endaði við full­veldi­ss­lands­stýr­i­num, sum sat frá 1998-2003.

 

Í 2001 hendi so tað, at stríðs­­val var í Sam­bands­flokk­­i­num. Lisbeth L. Pet­er­sen, sála, í Havn bjóð­aði Ed­m­undi Joensen av til for­­mans­valið, og vann.

 

Men Edmund Joensen gavst ikki á hondum fyri tað, um hann tapti fólk­a­tings­valið. Hann helt fram sum sterki maðurin í flokk­i­num, og tá full­veld­is­flokk­ar­nir ikki kundu semjast um at velja løgtingsformann eftir løg­tings­valið í 2002, hendi tað, at Ed­mund Jo­ensen varð valdur við at­kvøð­u­num hjá andstøðuni, tí at Fólk­a­flokkurin og Tjóð­veldi valdu ávikavist Óla Breckmann og Her­geir Nielsen. Edmund varð sit­andi sum løg­tings­for­mað­ur val­skeið frá 2004 til 2008 eis­ini, men tá sum partur av sam­­gong­uni millum Javn­að­ar­­flokk­in, Fólkaflokkin og Sam­bands­flokkin.

 

Á fólkatingsvalinum í 2007 varð Edmund Jo­en­sen á øðrum sinni vald­ur á fólkating. Sam­bands­flokk­urin gjørdist næst­størsti flokk­ur eftir Tjóðveldi.

 

Á Fólkaftingsvalinum í 2011 vann Sam­bands­flokk­ur­in stór­sigur við 30,8 pro­sent­um, og Ed­mund Jo­ensen varð valdur við 1.578 at­kvøð­um framman fyri Kaj Leo Holm Johannesen, tá­­verandi løgmann, sum fekk 1.554 atkvøður.

 

Á Fólkatingsvalinum í 2015 mist Sam­bands­flok­kurin fólk­a­tings­um­boð­anina, sum Ed­mund Jo­ensen vann flokk­inum aft­ur við rimmar valúr­sliti­­­num 28,3 prosentum á fólk­a­tings­val­inum 5. juni í 2019. Ed­mund Joensen varð vald­ur sann­førandi við 1.883 at­kvøðum, með­an Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen á øðrum plássi fekk 1.036.

 

Edmund Joensen var av roynd­­astu og elstu fólkum, sum sótu á fólkatingi fram til fólkatingsvalið í 2022, tá hann ikki stillaði upp­aftur –og tá abbadóttir hans­ara vann valið hjá Sam­bands­flokk­i­num við ikki færri enn 2.971 atkvøðum.

 

##med4##

 

Síðsta skeiðið hjá Ed­mundi Joensen á Fólkatingi vóru tvey onnur fólk, sum vóru eldri enn hann.

 

Næst­ur var kendi Vinstra-pol­it­ik­arin Berthel Haar­der, sum fylti 80 fyri sløk­um tveimum vikum síð­­ani, og elst er Marianna Jel­­ved úr Radikala Vinstr­a­­flokk­­i­num, sum fyri tveim­um vikum síða­ni fylti 81 ár. Tey góvust øll í politikki sam­stunds á seinasta Fólka­tings­vali.

 

Ed­mund Joensen er vald­ur á Fólka­ting fýra ferðir: í 1994, í 2007, í 2011 og í 2019.

 

Hann er valdur á løgting átta ferðir: í 1988, í 1990, í 1994, í 1998, í 2002, í 2004, í 2008 og í 2015. Hann stillaði ikki upp løgtingsvalið í 2011 og gav­st í løgtinginum, tá hann ikki stillaði uppaftur í 2019.

 

Ed­mund Joensen er heiðr­­a­ð­ur sum Riddari av Dannebrog í 1. stig og hevur mótt­iki­ð komm­an­dør­kross­in frá Margrethu Drotn­ing.

 

  • 1995 Ridder af Dann­e­brog
  • 1997 Ridder af Danne­brog af 1. grad
  • 2005 Kommandørkorset

 

Hjart­aliga tillukku við 80 ára føð­in­gar­degnum Edmund!

 

##med5##

 

FAKTA um Edmund:

 

  • Føddur 19. september í 1944
  • Giftur Edfríð Joensen frá Norð­skála 9. januar í 1966
  • Tey eiga børnini Elsu, Siggu og Hjalmar
  • Bygdarráðslimur í (gomlu) Sunda kommunu 1970-1980.
  • Løgtingsmaður 1988-2011 og 2015-2019
  • Føroya Løgmaður 15. sep­tem­ber í 1994- 15. mai 1998
  • Løgtingsformaður 2002-2008
  • Valdur á fólkating 21. sep­tem­ber í 1994, 13. nov­em­b­er 2007, 15. september 2011 og 5. juni 2019
  • Formaður Sam­bands­floks­ins frá 1990- 2001
  • Riddari av Dannebrog í 1995
  • Riddari av Dannebrog 1. grad í 1997
  • Fekk Kommandørkorset í 2005
  • Triðelsti fólka­tings­mað­ur eftir fólkatingsvalið í 2019