Samstarvið millum Tottenham og Conte er steðgað

Cristian Stellini verður høvuðsvenjari hjá Tottenham tað sum eftir er av kappingarárinum

Tað hevur ljóðað leingi, at hann fór at vera sagdur úr starvinum, og sunnudagin gjørdist tað so veruleiki.

 

Høvuðsvenjarin, Ant­onio Conte og Tottenham Hotspurs eru samdir um at slíta samstarvið. 

 

Avrikini hjá Tottenham hava verið ræðuliga sveiggjandi, og litríki Antonio Conte hevur havt nakrar sjáldsama sterkar útsagnir um leikararnar hjá sær.

 

Sáttmálin hjá Antonio Conte gekk annars út í summar.

 

Tað verður hjálparvenjarin, Cristian Stellini sum verður høvuðsvenjari tað sum eftir er av kappingarárinum. Ryan Mason verður hjálparvenjari í hesum tíðarskeiðnum.

 

Millum teir sum vera nevndir sum komandi høvuðsvenjari hjá Tottenham eru júst uppsagdi høvuðsvenjarin hjá Bayern München, Julian Nagelsmann og danski Thomas Frank, ið hevur gjørt tað framúr væl sum høvuðsvenjari hjá Brentford.