Fransiskanarasystrarnar byrjaðu skúlan, sum kommunan yvirtók í 1985.
»Ein varði í Varðagøtu seinastu 90 árini. Tað haldi eg, at vit kunnu siga um Sankta Frans skúla«, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í røðu sínari.
Sankta Frans skúli er ein umráðandi partur av skúlasøguni í Tórshavnar kommunu, men borgarstjórin vísti á, at skúlin eisini hevur stóran týdning í hansara persónligu søgu, tí børnini, abbabørn og langabbabørn hjá honum hava gingið í skúlanum.
Lesið eisini: Í dag hatíðarhalda tey at Sankta Frans Skúli verður 90 ár
Borgarstjórin takkaði eisini fransiskanarasystrunum fyri tað, ið tær hava gjørt fyri Havnina og Føroyar, og ynskti teimum góðan byr, nú tær flyta av landinum.
Borgarstjórin handaði Sankta Frans Skúla ein málning av skúlanum í gávu. Listamaðurin Finleif Mortensen hevur málað.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##