Málið snýr seg um skuldseting um ólógliga fígging av valstríðnum, sum verður mett at koma upp á umleið 50 milliónir evrur - áleið 370 milliónir krónur.
Pengarnir sigast at vera komnir sum partur av eini avtalu við fyrrverandi libyska leiðaran, Muammar Gaddafi.
Sarkozy hevur havt nógvar rættarligar trupulleikar, síðani hann legði frá sær sum forseti í 2012. Men hann er framvegis ein týðandi persónur við ávirkan á høgravonginum í Fraklandi.