Neistin skrivar á facebookvanga sínum:
- Nicholas Satchwell heldur fram sum høvuðsvenjari hjá Neistakvinnunum komandi tvey árini. Afturat honum eru Teitur Magnusson, hjálparvenjari, og Eirikur Magnussen, liðleiðari.
Landsliðsmálmaðurin, Nicholas Satchwell, bleiv venjari hjá neistakvinnunum í fjør, tá hann tíverri fekk ein skaða og ikki kundi spæla sjálvur. Fyri Neistan kom hetta tó væl við, tí hann tók á seg at venja kvinnurnar hjá hondbóltsfelagnum, sum hann sjálvur hevur verið knýttur at, tá hann hevur spælt í Føroyum.
Og tað hevur gingist bæði Nicholas og kvinnunum væl seinasta árið. Kvinnurnar fingu medaljur í bæði landskappingini og steypakappingini, ávikavist bronsu og silvur. Harafturat hevur ein stór og støðug tilgongd verið av kvinnum og gentum til Neistan síðani Nicholas tók við sum venjari.
Tað ber boð um góðan venjingar- og kappingaranda hjá Neistanum, og at felagsskapurin kring kvinnuhópin er góður. Tað fegnast vit stórliga um – og takka toyminum handan kvinnuliðini fyri teirra stóra arbeiði!
Teitur Magnusson heldur fram sum hjálparvenjari. Teitur er neistamaður um ein háls og hevur spælt við besta liðnum, verið venjari umframt tikið tørn í nevndararbeiðnum hjá felagnum.
Eirikur Magnussen er ein institutión hjá Neistanum. Altíð fryntligi bakarin fer undir sítt 25. ár sum liðleiðari hjá felagnum. Flestu árini hevur Eirikur verið liðleiðari hjá kvinnunum.
Vit takka hjartaliga Eiriki fyri hansara stóra íkast til bæði rakstur og trivnað á kvinnuliðnum og í felagnum yvirhøvur!
Nevndin fegnast um, at virksemið kring Neistakvinnurnar er í góðum hondum – og ivast onga løtu í, at góðu úrslitini fara at halda fram!
Nevndin