Seks av 10 línuskipum eru í útlendskum sjógvi

- Fimm fiska í íslendskum sjógv, og eitt fiskar í Eysturgrønlandi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

- Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, og skipið kemur inn at landa í morgin.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Skipið hevur mest av hýsu og toski.

 

Tey stóru ísfiskalínuskipini eru nú so fá, og tað er mest sum bara tað eina, sum ger túrar í løtuni.

 

Hinvegin eru frystilínuskipini fleiri, og í løtuni eru tíggju frystilínuskip til fiskiskap, tey flestu á útlendskum leiðum.

 

Í løtuni fiska fimm línuskip í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar í Eysturgrønlandi. Haraftrat eru fýra frystilínuskip undir Føroyum.

 

- Frystilínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og væntandi kemur okkurt frystilínuskip inn at landa í komandi viku.

 

##med2##

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður harður, men batnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður einki serligt, so vit vænta ikki nógvan útróður. Kanska loysa onkrir av teimum størru bátunum.

 

- Útróðrarbátar við línu fáa mest av toski og hýsu og teir, sum fiska við snellu, fáa nógv mest av toski og eitt sindur av upsa.

 

 

 

Hetta er ein av sjógarpunum umborð á Sandshavinum