Seks eru áhugaðir í at byggja Stad-skipstunnilin

- Vit eru nøgd við, at so nógvir sterkir entreprenørar vilja vera við í kappingini um at byggja Stad-skipstunnilin, sum er heimsins fyrsti, sigur Harald Inge Johnsen, sum er verkætlanarleiðari fyri norska Kystverket

Nú arbeiðið at byggja Stad-skipstunnilin hevur verið boðið út, er greitt, at seks entreprenørar hava áhuga í hesi verkætlan.

 

Verkætlanin er hin fyrsta av sínum slag í heiminum.

 

Millum entreprenørarnar, eru tvey norsk feløg, eitt franskt, eitt spanskt/ norsk og tvey kinesisk feløg.

 

Verkætlanin varð boðin út hin 29. november í fjør, og freistin at lata inn fyrispurningar um luttøku í verkætlanini var úti hin 31. januar í ár.

 

- Vit eru nøgd við, at so nógvir sterkir entreprenørar vilja vera við í kappingini um at byggja skipstunnilin.

 

Tað sigur Harald Inge Johnsen, sum er verkætlanarleiðari fyri norska Kystverket, og hann vísir á, at arbeiðið at byggja tunnilin er boðið út sum heildararbeiðstøka.

 

Kystmagasinet.no, sum skrivar um verkætlanina, veit at siga, at um alt gongur, sum ætlað, verður sáttmáli væntandi undirskrivaður á heysti 2025, soleiðis at byggingin av tunlinum kann byrja tíðliga í 2026.

 

Væntandi verður byggitíðin umleið fimm ár.

 

Meira um verkætlanina kann lesast á https://www.kystmagasinet.no/entrepenorer-stad-skipstunnel/seks-entrepenorer-vil-bygge-verdens-forste-skipstunnel/1887584

 

##med2##

 



 

 

Soleiðis kann tunnilin koma at síggja út, og hetta er tunnilsmunnin út í Moldefjørðin