Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, men fiskiskapurin roynist misjavnur. Nøkur skip eru eisini á gulllaksaveiði.
- Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, og teir koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Men, meðan lítil roynd í løtuni er hjá teimum størru ísfiskatrolarunum, eru fleiri av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap.
- Seks trolbátar eru til fiskiskap - fimm eru á landleiðini, og hin sætti er norðanfyri og fiskar hýsu og tosk.
Lagt verður aftrat, at á landleiðini fáa bátarnir mest flatfisk og so nakað av toski.
- Eitt garnaskip fiskar svartkalva í løtuni, og teir hava brúkiligan fiskiskap. Hini garnaskipini liggja, verður lagt aftrat.