Sera long koronukø í Havn

Í dag var koronukanning flutt frá Landssjúkrahúsinum niðan á Eirargarð, har mett var, at betri pláss var til longu bilrøðirnar, sum hava órógvað ferðsluna í J. C. Svabosgøtu, og sum rakk heilt niðan í Marknagil fríggjadagin.

Men køin var valla stytri í dag. Tí umframt á økinum á Eirargarði, so rakk køin næst út til kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Kø fór niðan eftir Frælsinum, niðan í Kinabrekkuna á Landavegnum og eftir Heygsvegnum næstan oman á Velbastaðvegin.

Tilsamans eru nú gjørdar 55.877 kanningar. 88 fólk eru í løtuni smittað, 2.219 bíða eftir úrsliti og 900+ eru í sóttarhaldi. 8 fólk eru staðfest positiv av kanningum, sum gjørdar vórðu fríggjadagin.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##