Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan

Vit skula javnseta næmingar í okkara skúlum og tryggja, at allir hava somu møguleikar.

Tí undar tað meg, at summir skúlar hava serflokkar og aðrir ikki. Vit muga ganga úfrá at børn við serligum tørvi eru á øllum skúlum!


Sum forkvinna í ADHD felagnum og næsforkvinna í trivnaðarnevndini í Tórshavnar býráð, havi eg arbeitt nógv fyri, og verið við til at fingið hølir til fleiri skúlar Tórshavnar kommunu, tí eg haldi allir skúlar við fleiri enn 200 næmingar eiga at hava serflokkar.


Men enn eru fleiri skúlar eisini kring landið sum mangla.


Bæði Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør hava serflokkar, men væl størri skúlar hava ikki. Teir eru Fuglafjarðarskúli 282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333 næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg)


Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn 1% ganga í Skúlanum á Trøðni.

Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov veikir, og skula styrkjast munandi!!


Nógvir batar verða nevndir nú valið er, eitt nú minka floksstøddina niður á 18, styrkja flokslæraran og skipa teir-læraraskipan í innskúlingini, burtur við pisa kanningunum og hava skúlasálarfrøðingar. Øll hesi tiltøkini eri eg samd í.


Men vit mugu sanna, at nøkur børn trívast ikki í stórum flokkum, og at vit hava so sera góð úrslit at vísa á við serflokkaskipanini. Tí eiga sjálvandi øll børn í Føroyum, sum tørva á hesum góða tilboðnum eiga at fáa møguleikan.

Serflokkar er eitt av aðalmálum mínum.


Hagtøl frá undirvising.fo : 7113 børn ganga í skúla í Føroyum. Harav 6666 í fólkaskílanum, 230 í serflokkum, 59 í Skúlanum á Trøðni og 158 í frískúlunum.


Bjørg Dam

Forkvinna í ADHD felagnum, næstforkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar Býráð og valevnið Javnaðarfloksins.