Serfrøðingur mælir til hægri avgjøld á elbilar

Sølan av elbilum gongur so mikið væl, at avgjøldini kunnu hækkast fyrr enn ætlað, heldur ein umhvørvisbúskaparfrøðingur.

Sølan av elbilum í Danmark gongur so mikið væl, at avgjøldini á elbilum kunnu hækka fyrr enn ætlað.

Tað heldur Lars Gårn Hansen, umhvørvisbúskaparfrøðingur og professari á deildini fyri matvøru- og tilfeingisbúskap á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

- Hetta ger tað møguligt at venda aftur til einsháttað avgjøld á el- og fossil-bilum skjótari enn ætlað, sigur hann í samrøðu við Altinget.

Í nógv ár hevur verið lágur skrásetingarskattur á elbilum í Danmark. Hetta er ein politisk avgerð um at stuðla søluni av tí meira umhvørvisvinarliga bilinum.

Ætlanin er ikki at steðga lága skrásetingargjaldinum til fulnar fyrr enn í 2035.

Men sølan av elbilum gongur betur enn ætlað, og í 2024 var elbilurin mest seldur í Danmark.

Bara í desember vórðu 17.469 nýggir bilar skrásettir, harav 61,5 prosent vóru el-drivnir, og tilsamans vóru 51,5 prosent av teimum 173.047 seldu persónbilunum í 2024 el-drivnir.

Ein greining frá Mobility Danmark hevur eisini víst, at Danmark longu fer at hava stívliga eina millión elbilar á vegunum við ársbyrjan í 2028, um avgjøldini verða hildin á verandi støði.

Politiskt er semja um, at tað ikki verða ein millión elbilar fyrr enn í 2030.

- Tá tað vísir seg, at málið kann røkkast við at brúka minni skattalættar enn hildið, vísir tað, at skipanin skal tillagast, sigur Lars Gårn Hansen við Althingið.

Elbilaavgjøld fáa eisini skjótt nýtt politiskt uppmerksemi.

Rasmus Stoklund, skattamálaráðharri, segði við Ritzau í desember, at hann fór at bjóða flokkunum í danska fólkatinginum til samráðingar um avgjøldini.

- Eg fari komandi mánaðirnar at brúka nógva orku uppá at leggja skattaskipanina til rættis soleiðis, sum stuðlar undir menning eftir 1. januar 2026, tá galdandi avtala um avgjøld á elbilum fer úr gildi, segði Rasmus Stoklund.

Her var hann eisini vitandi um týdningin av avgjøldum á elbilasøluna.

- Skattaskipanin hevur gjørt tað meira lokkandi at keypa elbilar, tí teir annars høvdu verið nógv dýrari, serliga tey fyrstu árini.

- Samstundis er ein menning í gongd har bilframleiðarar gera elbilar í fleiri ymiskum prísklassum, so tøknin er eisini við til at hjálpa elbilasøluni.

 

/Ritzau/