Seta nú fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi

Endamálið er at forða fyri fíggjarligum virksemi við russarar og hvítarussarar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta enn fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi.

 

Hetta mann vera drúgvasta og mest tekniska, og drúgvasta uppskot, sum nakrantíð er lagt fyri Føroya Løgting, tí tað fyllur yvir fýra túsund síður, ella heilt nágreiniliga, 4.228 síður.

 

Endamálið við hesum uppskotinum er at forða fyri alskyns fíggjarligum virksemi við russarar og hvítarussarar.  Og endamálið við tí er at leggja trýst á londini fyri at fáa tey at gevast við krígnum.

 

Hetta eru tiltøk á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, so tað verða gjørt við at seta eina danska lóg í gildið og við hesum seta Føroyar somu tiltøk í verk, sum Danmark, og alt ES.

 

Við hesum verða peningaognir, og annað búskaparligt tilfeingi hjá ávísum fólkum og feløgum, innifryst. Samstundis verðu forboð sett fyri at keypa, selja ella veita íløgutænastur, ella at keypa og selja ávís virðisbrøv.

 

Skotið verður upp, at danski vinnumálaráðharrin, eftir samráðing við, og úttalilsi frá landsstýrinum, kann gera reglur um, hvussu ásetingarnar í fyriskipanunum skulu setast í verk.

 

Heimildirnar eru sostatt treytaðar av samráðingum við og úttalilsi frá landsstýrinum. Við hesum kann landsstýrið meta um, hvørt talan er um broytingar av minni týdningi ella um broytingarnar hava stóran uttanríkispolitiskan týdning, sum krevur ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.

 

Er talan um broytingar, sum ikki eru heimilaðar í lógaruppskotinum, kann uppskot verða lagt fyri Løgtingið og Fólkatingið um broytingar.

 

Uppskotið hevur verið til viðmerkingar hjá peningastovnunum, sum ongar viðmerkingar hava til tað.