SEV ætlar at gera nýtt elverk við sólorku í Sumba

SEV vil sleppa at gera gamla fótbóltsvøllin í Sumba til fyrsta veruliga sólorkuverk í Føroyum

 

Gongst sum ætlað, fer elfelagið SEV at seta fyrsta, veruliga sólorkuverk upp í summar. Og tað verður í Sumba, at fyrsta veruliga elverkið til sólorku verður sett upp.

 

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, segði við Sosialin, at allar útrokningar hjá SEV vísa, at sólorka allarhelst verður ein týðandi partur av grønu kósini hjá SEV. Tískil hevur SEV stóran áhuga at sleppa undir hesa royndina í Sumba fyri at vita, hvussu tað roynist í verki.

 

– Sólorkuverk gera nevniliga nógv mest av streymi um summarið, tá ið tað er heldur lakari við vindorku og vatnorku, so tað passar sera væl inn í eina ætlan um at gera alla orkunýtslu á landi grøna í 2030, sigur Terji Nielsen.

 

Og nú ætlar SEV at fáa gamla fótbóltsvøllin á Krossinum í Sumba til at gera eitt sólorkuverk á. Menningleiðarin sigur, at fær SEV ein slættan og planeraðan vøll at seta eitt slíkt sólorkuverk á, er tað ein ógvuliga stórur fyrimunur, tí so er alt klárt at seta sólpanelini upp.

 

Terji Nielsen sigur, at tey hava verið í samskifti við bygdaráðið í Sumba og bygdaráðið hevur samtykt at taka undir við verkætlanini, og at bjóða SEV at fáa gamla fótbóltsvøllin til endamálið.   

 

Og hann leggur afturat, at gongst sum ætlað, verður sólorkuverkið sett upp longu í summar. Men áðrenn nakað kann gerast, skulu sjálvsagt øll loyvi fáast til vega, bæði byggiloyvi frá kommununi, loyvið frá friðingarmyndugleikunum, og framleiðsluloyvi frá orkudeildini á Umhvørvisstovuni.

 

Menningarleiðarin sigur, at sólorkuverkið talan er um at seta upp, er eitt verk upp á onkustaðni ímillum 200 – 500 kilowatt og tað kostat tvær, tríggjar milliónir. Men verður tað neyðugt at byggja út, ber tað til.

 

Hann nevnir, at verkið fer væntandi at fylla umleið helvtina av vøllinum og hevði kunna gjørt nokk av streymi til at nøkta tørvin á ljósi hjá einum 35 sethúsum.

 

Meiri um málið er at lesa í Sosialinum