SÍ eru føroyameistarar í flogbólti fyri dreingir 14

Úrslit: SÍ-TB: 3-0 (25-15, 25-14, 25-18)

FM-vikuskifti fyri yngru liðini í flogbólti á Tvøroyri heldur áfram og dreingir 14 hjá SÍ eru júst vorðnir føroyameistarar.

 

Liðið úr Sørvági leikti finalu ímóti TB og vóru greitt omaná og vunnu 3-0. Sørvingar lótu ongan iva vera um, at teir ætlaðu at vinna og høvdu dygdirnar at vinna FM 2022/23.

 

Somu lið hittust í steypafinaluni fyrst í mars, og tá vann SÍ eisini og kunnu sostatt kalla seg bæði føroyameistarar og greipuvinnarar.

 

Dagsins leikari fyri SÍ varð Mateo Eystberg og dagsins leikari fyri TB varð Ólavur Hammer:

 

##med3##

 

TB:

 

##med2##