Sílið við gentum 14 – 16 ára gamlar legði seg í dag á odda í FM stríðnum. Størsta kappingin er við ein annan av bátunum hjá Havnar Róðrarfelag. Undan dagsins kapping á jóansøku høvdu bæði Sílið og Tílingur 13 stig.
Í dag vóru tað hesir báðir bátarnir hjá HR, sum kappaðust um at vinna, og tá ið teir stvndu fram ímóti málinum í góðveðrinum á Trongisvági, so var eingin ivi. Sílið var meiri enn eina bágtslongd undan Títlingi, og harvið er Sílið nú á odda í FM kappingini.
Ørnin var greitt nummar trý, meðan triði báturin hjá HR í hesi kappingini, Drekin, var greitt nummar fýra.
##med2##
##med3##