Sílið setti tingini upp á pláss

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Aftur í dag vóru tað bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, sum endaðu á heiðursmerkjaplássunum

Fyri einari viku síðani var tað Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann hesa kappingina, meðan Sílið endaði á øðrum plássi, og Drekin var nummar trý. Hetta eru allir bátar, sum Havnar Róðrarfelag eigur.

 

Aftur í dag vóru tað hesir tríggir bátarnir, sum vunnu heiðursmerkini. Broytingin í dag sammett við fyri einari viku síðani í Fuglafirði var, at í dag var tað Sílið, sum vann, meðan Títlingur endaði á øðrum plássi.

 

Sílið stakk drekastevni undan hinum drekastevnunum beinanvegin, og Sílið hevði fult og heilt tak á kappingini. Í dýrdarveðrinum á Skálafjørðinum øktist fjarstøðan frá fremsta bátinum og aftur til fremsta avbjóðaran støðug. Á málinum var munurin tað mesta av tveimum bátslongdum.

 

Drekin endað á triðja plássi. Drekin kappaðist leingi við Ørnina úr Sandavági.

 

Í FM kappingini er spenningurin øgiliga stórur. Sílið hevur 33 stig, og Títlingur hevur 32 stig.

 

 

 

##med2##