Sílið svam seg til sigur

Gentur 14- 15 ár: Havnar Róðrarfelag eigur allar teir tríggjar fremstu bátarnar

Tað vóru aftur í dag bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, sum vunnu øll heiðursmerkini, tá ið síðsti róðurin var millum 14 – 15 ára gamlar gentur.

 

Títlingur hevði við sigri á ólavsøku møguleika at taka FM heitið fyri nøsini á Sílinum, sum undan ólavsøkuróðrinum var tvey stig undan Títlingi.

 

Allir tríggir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag løgdu seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og eina løtu sá tað út til, at Títlingur av álvara ætlaði at bjóða av, tí Títlingur var fremstur og hevði hug at økja um leiðsluna.

 

Men so var tað, at Sílið smekkaði til. Sílið legði sítt drekastevni undir liðina á drekastevninum á Títlingi, og tá var tað skjótt, at Sílið vann seg eina bátslongd framum, og á málinum var fjarstøðan millum tveir teir fremstu bátarnar hálvonnur bátslongd.

 

Harvið hevur Sílið vunnið tvey FM heiti í dag – í barnaróðrinum fyri gentur og í kappingini fyri gentur 14 – 15 ára gamlar.

 

##med2##