Sílið vann fyrsta róðurin

Barnaróður gentur: Aftur í dag var stór kapping millum Sílið og Koll

Sílið hjá Havnar Róðrarfelag vann fyrsta kappróðurin á ólavsøku. Tað var í kappingini fyri gentur í barnaróðrinum. Sílið og Kollur úr Kollafirði kappaðust um at vinna. Á vestanstevnu íMiðvági næstsíðsta leygardag vann Kollur á Sílinum, sum annars hevur vunnið allar hinar róðrarnar í summar.

 

Í dag vóru Sílið og Kollur greitt undan hinum bátunum. Í endaspurtinum var Sílið undan teimum úr Kollafirði, og harvið hevur Sílið bæði vunnið FM og ólavsøkuróðurin.

 

 

 

##med2##