Sjey bilførarar skrivaðir í Kollafirði

Løgreglan gjørdi í gjár ferðkanningar, har tveir fingu klipp í koyrikortið

Í gjárkvøldið var løgreglan í Kollafirði og gjørdi ferðmátingar. Tað førdir til sjey mál og harav tvey klipp í koyrikortið. Bilarnir koyrdi millum 99 og 110 km um tíman. Ein av teimum, sum koyrdi ov skjótt hevði viðfestisvogn. Tað merkir, at mest loyvda ferð er 70 km um tíman.

 

Enn er málið um ferðsluóhappið við Skipaneskrossin fyrrkvøldið, tá ein bilur við viðfestisvogni fór út av vegnum, tá ein annar bilur yvirhálaði ólógliga.

 

Vaktleðarin á politistøðini í Havn sigur, at onkur hevur ringt við upplýsingum, sum nú verða kannaðir nærri.