Tað er Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein grein 52a fyrispurning um flutning av djórum millum lond.
Hann spyr soleiðis:
1. Hví er tað ikki møguligt hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (HFS) at móttaka og avgreiða innflutningsloyvi fríggjadagar?
2. Er tað møguligt, at HFS kann útveita avgreiðsluna av innflutningsloyvinum til privatar djóralæknar?
Í viðmerking til fyrispurningin vísti tingmaðurin á, at fleiri, sum eiga kelidjór, ynskja at kunna sleppa av landinum við sínum djórum í longri ella styttri tíðarskeið, tað verið seg til kappingar, til aling ella bara tí tey vilja hava sítt kelidjór við í feriu.
– At flyta djór ímillum lond kann hava óhepnar avleiðingar við sær við tað, at djórið ótilvitað kann draga djórasjúkur, smittur og sníkar við sær. Fyri at verja okkum ímóti hesum er kunngerð nr. 82 frá 18. mai 2021 lýst, og har stendur millum annað í § 20, at “Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya, skulu kannast av løggildum djóralækna í sendaralandinum. Kanningin skal ikki vera eldri enn 2 dagar, tá ferðin úr sendaralandinum byrjar.”
– Hendan kanning skal sendast til HFS, sum so gevur endaligt loyvi at innflyta djórið. Tað skal gjaldast fyri hetta innflutningsloyvið. Grundað á, at hesar kanningar ikki muga vera eldri enn 2 dagar, so stendur á heimasíðuni hjá HFS:
“Fráferðir kunnu bert vera úr sendaralandinum við hundi ella kettu hesar dagar – mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag”.
Hetta er nokk tí, at HFS ikki hevur opið um vikuskifti, og tí ikki avgreiðir umsóknirnar um flutningsloyvi í vikuskiftinum.
– Nógv av teimum, sum ferðast millum lond við sínum djórum, brúka Norrønu, tí at tað millum annað gevur eina betri vælveru fyri kelidjórið. Um ferðast verður við Atlantic Airways, so skulu djór omanfyri eina ávísa vekt í lastrúmið á flogfarinum, og tað eru nógvir djóraeigarar ikki so glaðir fyri, sigur hann.
– Vetrarhálvuna er fráferð hjá Norrønu úr Hirtshals bert sunnudag, og sambært heimasíðuni hjá HFS ber hetta ikki til, tí innflutningsloyvi kann ikki avgreiðast til hesa fráferð. Hetta merkir so, at tað er eingin møguleiki at brúka Norrønu, og djóraeigarar eru meira ella minni avskornir frá at ferðast við sínum kelidjórum helvtina av árinum. Tað kann undra, at HFS ikki kann avgreiða innflutningsloyvi, har flutningsdagurin er sunnudag, tí fríggjadagur, sum liggur 2 dagar áðrenn, er vanligur arbeiðsdagur, sigur Karlot Hergeirsson.
Landstýrisvkinnan svarar undir einum upp á báðar spurningarnar, har hon sigur, at fyri at verja djór í Føroyum ímóti sníkum og djórasjúkum er bara loyvt at innflyta hundar og kettur við galdandi heilsuváttan til Føroya.
– Sama er galdandi fyri hundar og kettur, sum ferðast uttanlands og koma aftur til Føroya, sigur hon.
Djóralæknakanningar av hundum ella kettum, sum skulu hava innflutningsloyvi ella ferðaloyvi, skulu ikki vera eldri enn tveir dagar, tá ferðin úr sendaralandinum byrjar.
– Orsøkin til hesa freist er, at trygd skal kunna veitast fyri, at heilsuváttanin er røtt, sbr. § 29, stk. 2, ella § 41, stk. 2, í omanfyrinevndu kunngerð, og at stundir eru at fáa viðurskiftini í rættlag, um krøvini í heilsuváttanini ikki eru lokin.
Avgreiðslan av umsóknum til innflutningsloyvi og eftirkanningin av heilsuváttanunum er tíðarkrevjandi, og tað ber tí ikki til at taka ímóti og avgreiða umsóknir um innflutningsloyvi sama dag. Av hesi orsøk ber ikki til at ferðast sunnudag, sigur hon.
– Tað er ein myndugleikauppgáva at hava veterinert marknaðeftirlit. Skal hetta broytast, má hetta gerast í regluverkinum. Í løtuni verður ikki arbeitt við hesum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, í svarinum til Karlot Hergeirsson, løgtingsmann.