Undir ófráboðaðu vitjanini á alibrúki hjá felagnum í Trønderlag, sum Matvørueftirlitið gjørdi saman við vaktartænastuni, staðfesti eftirlitið, at laksurin hevði tað ikki gott. Mynd: Matvørueftirlitið.

Fiskur við stórum sárum hjá alirisanum SalMar

- Her var nógvur deyður fiskur við stórum sárskaðum, sonevndum vetrarsárum, sigur deildarleiðari hjá norska matvørueftirlitinum, sum var á ófráboðari vitjan hjá SalMar.

 

Undir ófráboðaðu vitjanini á alibrúki hjá felagnum í Trønderlag, sum Matvørueftirlitið gjørdi saman við vaktartænastuni, staðfesti eftirlitið, at laksurin hevði tað ikki gott. Mynd: Matvørueftirlitið.

Norska matvørueftirlitið hevur boðað risa alifyritøkuni SalMar frá, at fyritøkan fer at fáa eina bót á slakar 1,7 miljónir norskar krónur. 

Ein ófráboðað eftirlitsvitjan hjá felagnum fyrr í ár hevur avdúkað stórar nøgdir av deyðum og sjúkum fiski í nótunum.

Tað er norska kringvarpið NRK, sum ber hesi tíðindi um støðuna í aliringunum hjá heimsins næst størstu alifyritøku, sum tey rópa SalMar. 

Undir vitjanini í Trønderlag, sum Matvørueftirlitið gjørdi saman við vaktartænastuni, staðfesti eftirlitið, at laksur í alibrúkunum hjá felagnum hevði tað ikki gott.

Fiskavælferðin var als ikki í lagi.

Ein bót á 1,7 miljónir norskar krónur er sambært NRK tað mesta, sum Matvørueftirlitið hevur heimild at geva.

NRK veit at siga, at eftirlitið vitjaði á fleiri ymiskum alibrúkum hjá ymiskum feløgum, men higrtil er tað bara virksemið hjá SalMar á Hjortøya, uttan fyri Rørvik, sum higartil hevur fingið fráboðan um bót.

 

##med2##

Deildarleiðarin hjá matvørueftirlitinum í Namdal, John B. Falch, sigur, at tað var í apríl í ár, at eftirlitið staðfesti sjúka fiskin. 

Á fleiri av alibrúkunum vóru stórir trupulleikar, og fiskavælferðin var ikki í lagi.

- Her var nógvur deyður fiskur við stórum sárskaðum, sonevndum vetrarsárum, sigur deildarleiðarin, sum NRK hevur skift orð við.

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni www.nrk.no

 

Undir ófráboðaðu vitjanini á alibrúki hjá felagnum í Trønderlag, sum Matvørueftirlitið gjørdi saman við vaktartænastuni, staðfesti eftirlitið, at laksurin hevði tað ikki gott. Mynd: Matvørueftirlitið.

Mynd: Matvørueftirlitið.