Táið tað tynti fyri degi í morgun árla, komu boðini, sum hava verið væntandi í eina tíð. Sjúrður Jacobsen hevði lagt árarnar inn í foldarlívinum og ístaðin sett kósina ímóti teimum himmalsku bústøðunum. 65 ára gamal. Hann var borin í heim í Uunaateq (Kap Tobin) nakað suður frá eysturgrønlendska býnum Ittoqqortoormiit, og hóast hann hevur búleikað nakað nógv í høvuðsstaðnum, mundi hann mest av øllum kenna seg sum svínoying.
Um dagarnar var hálv øld runnin síðan vit - nakrir ungdómar - úr ymsum heraðshornum í Føroyum - hittust í túninum við Studentaskúlan í Hoydølum. Ein nýggj og spennandi løta hjá teimum flestu. Realskúli var eisini hildin á skúlanum, og ein av næmingunum, ein legði merki til í seinasta realflokkinum – Sjúrður var eitt stórt ár yngri enn eg – var ein havnardrongur, sum næstan yvirhálaði Hera, seinri kendur pastorur, í flata málførinum uttan úr Svínoy. Uppvaksin á Frælsinum í Havn, men sum onkur tók til, so bygdasligur, at hann valdi realskúlan í Hoydølum fram um alternativini í býnum, tí hann ynskti at vera millum ungdómarnar av bygd, sum tá komu í Hoydalar í realskúla, tí at tilboðið ikki var í heimbygdini ella har í námind. Soleiðis kom hann eisini at kenna hópin av fólki kring landið.
Sjúrður var ikki eitt kopi, hann var originalur í orðsins sanna og positiva týdningi. Hann var natúrmenniskja og óvanliga virkishugaður. Ein av fáum sum fekk entreprenørlyndi í vøggugávu. Hevði ikki varðhugan av, at gull og grønar skógir vóru motivatiónsfaktorurin, táið hann fór í holt við eitthvørt. Tað snúði seg meiri um at fáa okkurt at henda kring um seg – har sum hann var. Og seinasta átakið, rognkelsis-alingin í Svínoy, er besta dømi um tað, ella sum miðlarnir tóku til um tað mundið: ”Sjúrður Jacobsen gongur ímóti rákinum.” Og sum onkur skrivaði í desember mánaði í 2019, táið fyrstu rognkelsini vórðu avskipað á Eiðinum: ”This was a proud moment for Sjúrður Jacobsen, manager and entrepreneur, in charge of this first export.”
Sjúrður var í skiftandi vinnum í arbeiðslívinum, ofta í leiðandi funktiónum. Hann fekk sær fiskivinnuútbúgving í Noregi. Eftir tað var hann til skips, arbeiddi hjá Fiskasøluni, var partur av leiðsluni á flakavirkinum Frost í Leirvík, somuleiðis á Harfrost í Fuglafirði og seinri virkaði hann fisk í egnum felag í kjallaranum hjá Arbeiðsmannafelagnum Hæddini í Saltangará. Seinri aftur í leiðsluni á einum norskum flakavirki og í nógv ár var hann fabrikssjefur á einum grønlendskum rækjutogara, hagartil hann aftur ynskti at brúka viðfødda entreprenørfaktorin, hesaferð á gomlu smoltstøðini í Svínoy, sum pápi hansara í sínari tíð tók stig til at fáa upp at standa. Hann gekk av heilum huga inn í hesa verkætlanina, og saman við Regini á Bakka fekk hann soleiðis ein vinnuspíra at blomstra í bygdini, sum stóð honum so ómetaliga nær, so nógv sum hann hevði verið har úti hjá ommuni Mallu og abbanum Edvardi, ið var alkendur í samtíðini og sum bók er skrivað um av Zachariasi í Mortansstovu í Norðragøtu.
Vit báðir kendust og komu av góðum grundum at kennast uppaftur betri hesi seinastu nógvu árini, eftir at ein beiggi hansara og ein systir mín krøktu seg saman á felags lívsleið. Tíðliga í vár ringdi hann og bjóðaði mær í 65 ára føðingadag. Eg visti um heilsustøðuna, kortini kendist hann at vera væl fyri hetta kvøldið, eg royndi eftir førimuni at siga nøkur orð, m.a. vóru sálaði pápi mín og føðingardagsbarnið sera góðir vinir, og so birgur var hann hesa løtuna, at hann treiv í harmonikuna og spældi undir í felagssanginum. Nú eru nakrar vikur gingnar síðan vit sótu undir liðuni á hvørjum øðrum, í einum øðrum føðingardegi, hjá einum av børnunum í høpinum, har vit áttu felags ognarskap íleguliga. Hamurin var viknaður, men intellektið var hitt sama, og positiva og káta lyndið var ikki skamfílað. Sjúrður hevði ongan bakspegil í sínum lívsfari, hann var ikki ein nørdutur konsekvensberoknari, hann ynskti at ganga fram, hevði eg nær sagt, kosta hvat ið tað kosta vildi. Og honum dámdi serliga væl fólk við framburðshugi á vinnuliga mótinum, og á politiska bóvnum haldi eg meg kunna siga, at hann var framburðshugaður tjóðskaparmaður. Yvirhøvur haldi eg, at orðið frælsi var eitt fyribrigdi, sum hevði stóran týdning fyri hann – í øllum lívsins viðurskiftum.
Eitt sjáldsamt menniskja hevur forlátið okkum. Álopin innanífrá og foyktur av foldini. Humoristur av Guðs góðu náði, altíð við tí jaliga orðinum, og hann hevði tann merkiliga eginleika, at øll sum kendu hann, gjørdust góð við hann, kanska tí at hann bara tosaði gott um onnur menniskju. Í einari av teimum sváru og seinastu stundunum, skrivaði Jørgen-Frantz til vinmannin William Heinesen, at orglið spældi sum ongantíð áður, men at kirkjan helt ikki til musikkin. Vitið og hjartað vildu meiri enn hamurin helt fyri. Á leið soleiðis kennist tað, nú Sjúrður er farin heim til Harran at vera. Mátti hesin sami troysta tykkum, sum eftir sita í sorgini, um mín góða vin Sjúrð. Tórbjørn Jacobsen