Skrúvaði høvdið av í Sørvági

EB/Streymur skoraði sigursmálið í yvirtíðini við brotssparki, sum var púra óneyðugt og skilaleyst

EB/Streymur er annað umfarið á rað á veg av útivølli og til hús við fullari úrtøku. Sigfríður S. Clementsen og hansara menn vunnu í kvøld 1-0 í Sørvági.

 

Málið skoraði Óli Eyðsteinsson Poulsen við brotssparki, tá ið tíðin var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina.

 

Brotssparkið var púra høvuðleyst. Eftir horna úr høgru royndi 07 Vestur verjan at beina bóltin burtur. Tað sá út til at eydnast, og so var tað, at Sonni Ragnar Nattestad, sum leingi hevur verið skaddur og aftur var við frá fyrsta bríksli, so at siga skrúvaði høvdið av. Mitt fyri málinum og á brotsteigarmarkinum boksaði hann bóltin fram á vøllin.

 

Brotsspark og Óli Eyðsteinsson Poulsen var tryggur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

Tað var einki at siga til, at heimamenninir vóru vónbrotnir og sum slignir á nevið. Í seinna hálvleiki løgdu teir støðugt trýst á málið hjá EB/Streymi, og teir høvdu onkran heilt góðan málmøguleika at skora. Í tí eina førinum var tað heilt ófatuligt, at Jóannes Davidsen í EB/Streymamálinum bjargaði við beinparadu, og í øðrum førum dansaði bólturin fleiri ferðir í málteiginum, áðrenn tað eydnaðist hjá miðverjunum at beina bóltin burtur.

 

Undan hesum dystinum hevði 07 Vestur bara vunnið eitt stig. Sum tíðin leið, lá í luftini, um tað í kvøld fór at eydnast at vinna eitt ella trý stig. Tað endaði við, at heimamenninir stóðu eftir við ongum.

 

Eyðsýnt er tað, at stóri veikleikin er, at tað ikki eydnast at umseta málmøguleikar til mál.

 

Og so kostaði tað alt, tá ið heilt býttisligt mistak bar við sær, at EB/Streymur vann brotsspark og skoraði sigursmálið.

 

EB/Streymur hevur 13 stig, og 07 Vestur hevur eitt stig.

 

Um eina viku fær EB/Streymur í Hólmanum vitjan av Víkingi.

 

07 Vestur fær fríggjardagin vitjan av TB, og knívurin liggur óvanliga tungur á barkanum hjá Dan Brimsvík og 07 Vestur.

 

 

 

07 Vestur – EB/Streymur 0-1 (0-0)

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper G. Hansen, Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad, Mikkel Hyllegaard – Mikkel Elbæk Jakobsen, Filip Drinic – Janus Svabo Samuelsen, Julian Mouritsen – Silas Gaard

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Debes Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Búi Egilsson, Boubacar Dabo