Sligo Rovers leikti javnt á heimavølli

Stefan Radosavljevic slapp á vøllin fyri Sligo Rovers seinastu løtuna

Liðið hjá Stefani Radosavljevic í bestu írsku fótbóltsdeildini, Sligo Rovers tók í kvøld móti gamla liðnum hjá Sonna Ragnar Nattestad, Dundalk á heimavølli.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Týski áleyparin, Fabrice Hartmann legði Sligo á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Dundalk til 1-1.

 

Stefan slapp á vøllin tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Sligo er nummar sjey í deildini við 13 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, Shelbourne sum hevur 21 stig.

 

Longu mánakvøldið er aftur dystur. Tá tekur Sligo móti Galway á heimavølli.