H71-kvinnurnar høvdu í dag møguleikan at vinna FM-heitið í SMS-deildini. Tað gjørdu tær um tær vunnu á Kyndli í 3. FM-finaluni í høllini á Hálsi í Havn.
Tað gjørdist tó Kyndil sum minkaði um munin til 2-1 í finaluuppgerðunum. Kyndil vann dystin 33-32. Kyndilskvinnur vóru á odda 33-29 við tveimum minuttum eftir á klokkuna. Í steðginum var Kyndil á odda 19-17. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað ongantíð H71 at leggja seg á odda.
Bára K. Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum. Bjarta O. Johansen (myndin) og Turið A. Samuelsen skutu sjey mál hvør.
Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Lea Brockie skoraði seks mál og Anna Elisabeth H. Weyhe skoraði fimm mál.
4. FM-finalan verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi mikukvøld klokkan 19.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá 3. FM-finaluni:
##med2##