SMS: Stórsigur til Kyndil og teprir sigrar til Neistan og H71

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini seinnapartin í dag

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 25-22 á StÍF. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil ein knúsandi 40-17 stórsigur á Stjørnuni. Í steðginum var støðan 19-9 til heimaliðið.

 

Turið Arge Samuelsen, Nadja Pejovic, Bára K. Hansen og Bjarta O. Johansen vóru toppskjúttar hjá Kyndli. Tær skutu seks mál hvør. Jancy Jógvansdóttir Poulsen var toppskjútti hjá Stjørnuni við fýra málum. 

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 25-22 á StÍF. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10. Tá átta minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 20-20. Tá eydnaðist H71 at koma framum 25-21, og so var sloppið hjá heimaliðnum.

 

Inga Maria Joensen og Maria H. Weyhe vóru toppskjúttar hjá H71. Tær skutu fýra mál hvør. Veteranurin, Poula Dulavík Berg var toppskjútti hjá StíF við níggju málum. 

 

Í høllini í Vági vann Neistin ein tepran 28-27 sigur á VB. Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá tí dystinum.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19.30 spæla EB og VÍF í høllini á Eiði. VÍF hevur spælt tveir dystir í European Cup móti italska liðnum, Jomi Salerno.

 

Í seinna dystinum vann VÍF ein flottan 27-26 (14-15) sigur, men Jomi Salerno vann fyrra dystin 27-21 (20-12), og vann sostatt ein samlaðan 53-48 sigur. 

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá heimasigrunum hjá H71 og Kyndli:

 

##med2##

 

##med3##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil51881038510
H715173133408
VÍF25935244
Neistin49097-74
StÍF498108-104
EB4100134-342
VB495132-370
Stjørnan485146-610