Nú er aftur smáligt hjá partrolarum

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og teir flestu koma inn at landa í næstu viku.

 

- Flestu partrolarar fiska upsa. Teir fáa eisini nakað av longu og hýsu, men fiskiskapurin er smáligur.

 

Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiði, og teir koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fýra av teimum smáu trolbátunum eru á Skeivabanka og fiska havtasku.

 

- Allir koma inn at landa antin fyrst í næstu viku ella miðskeiðis í vikuni sum kemur. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Hinir fyrru hava brúkiligan fiskiskap, men hjá honum seinnu er misjavnt. 

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.