Tey skriva undir semjuna: Eyðdis Hartman Niclasen, Sambandsflokkurin, Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin, Erhard Joensen, Sambandsflokkurin, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Tjóðveldi, Annika Olsen, Tjóveldi og Karlot Hergeirsson, Framsókn. Myndir: Álvur Haraldsen

Søgulig semja millum samgongu og andstøðu

Tvørpolitisk langtíðarsemja um gjaldsskipan fyri alivinnu er nú undirskrivað

Tey skriva undir semjuna: Eyðdis Hartman Niclasen, Sambandsflokkurin, Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin, Erhard Joensen, Sambandsflokkurin, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Tjóðveldi, Annika Olsen, Tjóveldi og Karlot Hergeirsson, Framsókn. Myndir: Álvur Haraldsen

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkurin eru, eftir samráðingar síðani í heyst, komnir á samt um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni.

Tvørpolitiska semjan fevnir um eina skipan, ið røkkur tvørtur um valskeið.

Skipanin verður tvíliðað skipan, sett saman av ávikavist tøkugjaldi og einum serskatti á yvirskot hjá alifeløgum.

Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5% og endar á 7,5% í mun til altjóða laksaprísin. Og serskatturin verður 8% av yvirskotinum hjá alifeløgunum.

Flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímuligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.

##med2##

Skipanin skal ikki stýra atferðini hjá vinnuni. Hon skal vera einføld at umsita, tryggja gjøgnum skygni og leggja upp fyri teimum vansum og avbjóðingum, sum kunnu taka seg upp.

##med3##

##med4##