Tað hevur verið ruskut um Skopunarfjørð seinnapartin í dag. Myndin er tikin, tá Teistin stevndi inn í Skopunar havn nakað eftir klokkan 18 í kvøld. Smáar seinkingar vóru á farleiðini seinnapartin.

Soleiðis sá út í Skopun í dag

Seinastu túrarnir hjá Teistanum í kvøld um Skopunarfjørð eru avlýstir vegna veður.

Tað hevur verið ruskut um Skopunarfjørð seinnapartin í dag. Myndin er tikin, tá Teistin stevndi inn í Skopunar havn nakað eftir klokkan 18 í kvøld. Smáar seinkingar vóru á farleiðini seinnapartin.

Strandfaraskip Landsins hava í kvøld boðað frá, at seinasti túrur hjá Teistan úr Skopun í kvøld, sum sambært ferðaætlanini skuldi verða klokkan 22.30, er avlýstur.

 

Soleiðis er eisini seinasti túrur av Gomlurætt í kvøld, sum átti at verið klokkan 23.05, avlýstur. 

 

Tað hevur verið ruskut um Skopunarfjørð seinnapartin í dag, og myndin omanfyri er tikin, tá Teistin stevndi inn í Skopunar havn nakað eftir klokkan 18 í kvøld.

 

Í morgin, hósdagin 30. mars, eru eisini avlýsingar á farleiðini um Skopunarfjørð. 

 

- Teistin skal sýnast av klassanum í morgin. Tískil verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 13.15 og úr Skopun klokkan 14 ikki sigldir.

 

Á Strandfaraskipum Landsins leggja tey aftrat, at siglt verður av Gomlurætt aftur sambært ferðaætlanini klokkan 15.50 seinnapartin í morgin.

 

##med2##

 

Tað hevur verið ruskut um Skopunarfjørð seinnapartin í dag. Myndin er tikin, tá Teistin stevndi inn í Skopunar havn nakað eftir klokkan 18 í kvøld. Smáar seinkingar vóru á farleiðini seinnapartin.

Hetta er ikki av ringasta veðri, men í myrkrinum í kvøld siglir Teistin ikki meira.